TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við verjuspælaran, Odmar Færø aftaná 1-5 tapið hjá føroyska landsliðnum ímóti Portugal niðri í Porto.
Odmar Færø er sera harmur um 1-5 málið, har hann ikki fekk ruddað burtur, men heilkiksaði bóltin til Nelson Oliviera hjá Norwich City, sum tók av og beindi bóltin í málið til 5-1.
Odmar Færø heldur, at føroyska liðið stóð seg væl til Portugal skoraði til 3-1 og 4-1 innanfyri eina stutta løtu.
Verjuspælarin staðfestir, at tað var torført og hart at spæla ímóti Cristiano Ronaldo og Portugal, men hann er klárur til dystin ímóti Andorra sunnudagin.