TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen á FM1 av báðum málunum hjá B36, ið B36 fekk tá liðið vann 2-1 á NSÍ við Løkin í Runavík. Trygvi Mortensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við liðskiparan og 1-0 málskjúttan hjá B36, Odmar Færø aftaná dystin.
Odmar Færø er sera fegin um, at hann og liðfelagarnir fingu prógvað, at tað er ein mýta, at steypavinnararnir ikki kunnu vinna tann fyrsta dystin aftaná eina vunna steypafinalu.
Odmar Færø slær fast, at hann og ungu liðfelagarnir fara hóast steypið og Europa League plássið er heima at stríðast fyri, at liðið vinnur seg so langt uppeftir stigatalvuni sum gjørligt.
Odmar Færø sigur, at hann er stoltur av hugburðinum og stríðsviljanum hjá teimum ungu liðfeløgunum í dag.
HERber til at hoyra frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen av málinum Øssur Dalbúð skoraði fyri NSÍ. Hoyr eisini samrøðuna Hilmar Jan gjørdi við málskjúttan.