Oddvør og Steintór gullbrúdleyp

8. mars hava mamma og babba verið gift í 50 ár. Mamma og babba eru bæði uppvaksin í Hósvík og hava búð har alt teirra lív.

Í 1959 keyptu tey hús og fluttu inn har við tveimum børnum, síðan komu 4 børn aftrat í 1961, 1963, 1965 og 1970. Síðan eru tey vorðin omma og abbi, langomma og langabbi.

Tá vit vóru børn, var mamma fulltíðarmamma, vit væntaðu bara at hon var har, tá vit komu úr skúlanum, tað var ein sjálvfylgja.

Babba var sjómaður til eina ferð í 70'unum, tá hann fór at arbeiða heima. Hann arbeiddi nøkur ár hjá telefonverkinum við at grava kaðalar niður. Hevur síðan verið onkran túrin til sjós.

Seinastu árini hava tey havt sum frítíðarítriv at fiska goggur og sjálvandi at passa seyðin, sum tey hava havt í nógv ár.

Dagurin verður hildin 10. mars saman við systkjum og børnum við familju.

Vit vilja ynskja teimum hjartaliga til lukku við gullbrúðleypinum og alt tað besta í komandi tíðum

Børnini við familju