Dunnubringa við appilsinsós og waldorfsalati
(2 persónar)
2 dunnubringur, uml 300 g hvør
25 g av smøri
½ tsk. av grovum salti
Pipar
Rist nakrar skurðir í bringuskinnini og krydda við pipari. Legg á heita pannu við smøri og steik við lítlum hita, fyrst útsíðuna í uml. 12 minuttir, so innsíðuna í uml. 15 minuttir, ella til gjøgnumstokt er. Tak av og krydda við salti. Legg staniol útyvir og lat standa í einar 10 minuttir..
Appilsinsós:
2 spsk. av soðnum frá pannuni
1 dl av nýpressaðari appilsinsaft
2 dl av róma
1 tsk. maizenamjøl
kalt vatn
¾ tsk. av grovum salti
Pipar
Appilsinsós:
Koyr 2 spsk. av soðnum frá pannuni í eina grýta saman við appilsinsaft og róma. Fá upp á kók og rør maizenamjøl út í kalt vatn og javnað sósina. Kóka við lítlum hita í uml. 1 minutt. Smakka til við salti og pipari.
Grøn waldorfsalat:
1 salathøvd, t.d. frisésalat ella blaðsalat
1 bakki av feldsalati ella rukola
4 stelkar av blaðsellarí
1 purra
2 súreplir
100 g av grønum ella bláum víndrúvum
50 g av valnøtukjarnum
Eitt sindur av sitrónsaft
Dressingur:
½ dl av olivenolju
1 spsk. av balsamicoediki
½ tsk. av havsalti
½ tsk. av dijonsinnopi
Grøn waldorfsalat:
Sker salatið í stór stykkir og blaðsellarí og purru í tunnar ?ísar. Sker víndrúvurnar í helvt og súreplini í puntar. Dyppa puntarnar í sitrón, so at teir ikki verða brúnir. Blanda dressingina og koyr oman yvir salatið. Blanda salatið væl og pynta við valnøtukjarnum.