Fótbóltur
Kest týðandi av øllum var kanska sigurin hjá vágamonnum í Leirvík. Við málum frá teimum báðum útelndsku spælarunum hjá liðnum megnaði FS Vágar at toga ein sigur heim við sær, og tí halda teir enn fast um annaðplássið á talvuni. Samstundis mistu leirvíkingar av álvara takið, sum teir hava havt, og nú eru seks stig upp til FS Vágar.
Eisini var merkisvert, at HB megnaði at taka alt á Sevmýri. Nýggju fótbóltsreglurnar loyva ungum spoælarum, sum ikki eru millum teir fyrstu á besta liðnum, at flyta niður, uttan at leypa dyst um. Ta regluna nýtti HB til at geva millum øðrum Pætur Jørgensen spælitíð, og við fyrra HB-málinum átti hann sín avgjørda lut í týðandi sigrinum.
Í Sørvági vann SÍ týðandi dystin móti NSÍ. Við fýra stigum í teimum báðum seinastu dystunum hava sørvingar veruliga lyft seg, og hesa ferð megnaðu teir at vinna seg upp um niðurflytingarstrikuna.
Ístaðin er tað nú KÍ, sum er í ítøkiligum niðurflytingarvanda. Klaksvíkingar vitjaðu hesa ferð á Svangaskarði, og tó at 3-1 tap fyri oddaliðnum ikki er verri enn ilt, so sendi hetta altso liðið undir strikuna.
Seinasti dysturin var í Fuglafirði, har ÍF hevði lætt spæl móti botnproppinum, B36. Tó at munurin í hálvleikinum bert var tað eina málið, so hevði ÍF eina støðuga yvirvág, og trivaligi sigurin var fult uppiborin, skilst.
Úrslitini mikukvøldið
B68-KÍ 3-1 (2-0)
1-0: Dánial Hansen
2-0: Kristian Anton Andreasen
3-0: Jan Ingi Petersen
3-1: Páll Klettskarð
LÍF-FSV04 0-2 (0-2)
0-1: Andrzej Stretowicz
0-2: Jovan Panic 25 metrar fríspark upp undir nettakið - framúr flott mál
TB-HB 0-2
0-1: Pætur Jørgensen
0-2: Jóan Petur Vang
SÍ-NSÍ 2-1 (1-0)
1-0: Jørgin Meitilberg
1-1: Sonni L. Petersen
2-1: Jørgin Meitilberg
Reytt kort: Bergur Djurhuus (2 gul)
ÍF-B36 5-0 (1-0)
1-0: Vincent Jacobsen
2-0: Árni Petersen
3-0: Amin Fallah
4-0: Dánjal Pauli Højgaard
5-0: Dánjal Pauli Højgaard