Hagtøl
Tað man vera sjáldan - um nakrantíð - at spenningurin í fótbóltslandskappingini hevur verið somikið stórur, sum hann er tað í ár.
Hóast ÍF tvey av trimum fyrstu umførunum var á odda, so hevur tosið at kalla alt árið snúð seg um tey trý liðini, sum nú mynda oddin. Og fram til seinasta vikuskiftið hevði oddurin skift eigara heilar tíggju ferðir.
Fimm stig er metið
Tað hevur fleiri ferðir verið tikið til, at tey trý oddaliðini oftani hava fingið ein eyka møguleika. Hetta tí liðini hava skiftst um at snáva. Og líta vit at myndini á hesi síðu, so sæst eisini heilt skjótt, at nakað er um tosið. Tí hóast dystir eru endaði við bæði javnleiki og tapi hjá teimum trimum oddaliðunum, so hevur munurin ongan tíð verið tann heilt stóri.
Størstur var hann í 12. og 13. umfarinum, tá Skála stríddist »heili« fimm stig aftan fyri HB og B36. Tvær ferðir hevur munurin verið fýra stig, og annars hevur so bara tann eini dysturin - ella minni - verið á muni millum nummar eitt og trý. Tríggjar ferðir hevur talan enntá verið um javnstøðu millum tey trý liðini í stigum, og ikki færri enn fimm ferðir hava tvey lið verið ájøvn í stigum.
Spenningur til tað seinasta
Undan seinasta umfarinum er tað B36, sum er á odda, og tann leiklutin eru teir ikki heilt óvanir við. 10 ferðir hevur árstalsfelagið sitið á oddasessinum í ár, har av trý av umførunum eru tey trý seinastu.
Skála hevur somuleiðis verið tíggju ferðir verið á odda, meðan HB »bara« hevur roynt hendan leiklutin fimm ferðir í ár. Og seinasta ferðin av hesum higartil var, tá teir eftir 17. umfar hildu seg framman fyri grannarnar úr B36 við einum betri málmuni. Men tann veruleikan munnu tey í HB tó leggja lítið í, um tað eydnast liðnum fyri sættu og avgerandi ferðina at leggja seg ovast.
Men tað verða teir í HB ikki einsamallir at gera av. B36 kann við einum sigri halda fast um verandi støðuna í oddinum. Og finna teir báðir grannarnir ikki út av tí heila, so stendur Skála til reiðar at taka av. Sjálvandi treytað av, at teir vinna sín dyst.
Meira spennandi enn tað sama fær tað illa verið, og leygardagin fer størsti parturin av fótbóltsføroyum ivaleyst at halda ondini í samfullar 90 minuttir
l