Flogbóltur
Tað varð lagt upp til brak, og talan gjørdist eisini um brak.
Avgjørdi oddadysturin í flogbóltskappingini hjá kvinnum hetta vikuskiftið var í Klaksvík, har Mjølnir tók ímóti TB. Undan dystinum var TB liðið, sum við einum betri sett-muni enn KÍF var á odda í bestu deildini, og við sigri her kundu tær skræða seg leysar. Mjølnir var hinvegin tvey stig aftanfyri, so tær kundu í sín part leggja seg ájavnar við TB og KÍF.
Og tað var jústa hetta seinna, sum hendi. Í einum dramatiskum og spennandi dysti, sum gekk yvir øll fimm settini, eydnaðist Mjølni at taka stigini fyri dystin.
Longu í fyrsta settinum var líkt til, at talan kundi gerast um satt brak, og tó at Mjølnir tók hetta við 26-24, so knógvaði tað á ongan hátt stríðshuginum hjá tvørakvinnunum. Tvørtur ímóti, so løgdu tær enn meira fyri í øðrum setti, men tá Mjølnir so gav av grovfíluni triðja settið, tóktist TB vera í kreppu. Høvdu tær ikki so skjótt fingið um endan í fjórða settinum, so hevði dysturin helst eisini verið taptur longu tá, men enn einaferð sýndu tær, at tær á ongan hátt eru lidnar, hóast okkurt einstakt sett gongur teimum ímóti.
Talan gjørdist soleiðis um ein javnbrótara, og her var tað so heimaliðið, sum var hitt stinnara.
Sum sagt, so hevur Mjølnir við hesum lagt seg ájavnt bæði KÍF og TB í oddinum á stigatalvuni, og fyri flogbóltsáhugaðan er at fegnast um, talan tykist gerast um eina somikið javna kapping. Størsti spurningurin í so máta í løtuni tykist vera, úr hvørjum tilfari kvinnurnar hjá KÍF eri gjørdar úr, tí sálarliga skulu tær í øllum førum reisa seg, nú liðið hevur tapt tvær ferðir á rað. Slíkt kann ofta taka tíð, men tað júst tað, sum KÍF ikki hevur í løtuni. Longu komandi vikuskifti skulu tær til Trongisvágs, har TB eigur heimavøll, og hetta verður í øllum førum ein av dystunum, sum fer at gera av, hvat lið skal halda um oddasessin, tá farið verður í vetrarfrí.
ÍF basti Fleyr
Ein annar dystur var um vikuskiftið, tá Fleyr vitjaði á Kambsdali. Her var ikki stórvegis ivi um úrslitið. Eftir eitt toluliga langt fyrsta sett, gjørdi heimaliðið skjótt av, og sendu gestirnar suður aftur til Havnar við ongum.