Oddur heldur fram í NSÍ

1.deild menn: Oddur Árnason Højgaard hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við NSÍ.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Oddur Højgaard (í miðjuni)

NSÍ boðar frá, at Oddur Árnason Højgaard hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við NSÍ. NSÍ leggur dent á, at teir royndu spælararnir nú skulu taka um endan.

 

- Oddur er enn ein spælari í røðini av etableraðum NSÍ-spælaru, ið følir, at hann eisini skal vera við til at spæla NSÍ upp aftur í bestu deildina. Við yvir 200 dystum í bestu deildini er talan um ein ógvuliga royndan spælara, ið kemur at stýra verjuni hjá NSÍ, skrivar felagið.

 

Tað tekur miðverjin eisini undir við í stuttari viðmerking á heimasíðuni hjá NSÍ.

 

- Tað liggur ein ávís ábyrgd á okkum eldru spælarum at bera, tá á stendur. Her eru tó nógvir ungir, og spennandi spælarar í hópinum, og eg vil fegin verða partur av endurreisnini av NSÍ, sigur Oddur Árnason Højgaard.

 

NSÍ gjørdi fyri kortum sáttmála við Dion Splidt, sum eisini hevur væl fyri hundrað dystir í bestu deildini, so ikki kann sigast annað enn, at NSÍ ætlar sær upp aftur í bestu deildina sum skjótast.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Oddur Højgaard (í miðjuni)