Oddsini millum KÍ og Olimpia eru næstan jøvn

Her eru oddsini hjá 16 altjóða veddingarfyritøkum upp á Europa Conference League dystin millum KÍ og Olimpia Ljubljana

Klokkan 17.45 í morgin skal KÍ aftur royna seg í Europa Conference League bólkaspælinum. Tá tekur KÍ móti slovenska liðnum, Olimpia Ljubljana á Tórsvølli.

 

KÍ hevur seinastu átta evropeisku dystirnar á heimavølli við Djúpumýru ella á Tórsvølli antin vunnið ella leikt javnt. 

 

Sambært 16 altjóða veddingarfyritøkum sum lata odds upp á dystin millum KÍ og Olimpia Ljubljana eru vónirnar ikki sørar, at KÍ aftur kann fáa stig í morgin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til KÍ eru 2,79.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Olimpia Ljubljana eru 2,56, so tað er lítið sum skilir liðini.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,23.

 

HER eru oddsini: 

 

##med2##