Seinnapartin klokkan 17 verður tann fimti og seinasti dysturin leiktur í øðrum umfarinum í Betrideildini hjá monnum.
Dysturin verður millum EB/Streym og B68. Dysturin verður leiktur við Margáir í Streymnesi, ið er heimavøllurin hjá EB/Streymi hetta kappingarárið.
Bæði liðini taptu greitt í fyrsta umfarinum og tey hava tí brúk fyri stigum.
Níggju altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin vænta ein sera javnan dyst.
Oddsini upp á heimasigur til EB/Streym liggja millum 2,38 og 2,70.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,29 og 3,80.
Oddsini upp á útisigur til B68 liggja millum 2,35 og 2,51, so oddsini eru næstan jøvn.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##












