Í morgin klokkan 17 spæla B68 og EB/Streymur dyst í Betrideildini á Svangaskarði á Toftum.
B68 er næstaftast í deildini við trimum stigum, meðan EB/Streymur er triðaftast í deildini við sjey stigum.
Oddsini, ið altjóða veddingarfyritøkur lata upp á dystin eru næstan jøvn, tó hella tær eitt vet til ein sigur til EB/Streym.
Miðaloddsini upp á heimasigur til B68 eru 2,82.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,25.
Miðaloddsini upp á útisigur til EB/Streym eru 2,31.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##












