TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við verjuskansan hjá B36, Oddmar Færø aftaná Oddmar og liðfelagarnir høvdu vunnið 1-0 á Víkingi í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Oddmar Færø er sera fegin um, at B36 fekk eina rimmar byrjan, har tað eydnaðist at koma á odda 1-0 beinavegin í dystinum: Aftaná fóru vit í arbeiðshandskarnar, staðfestir Oddmar Færø.
Oddmar Færø er sera hugtikin av blaðungu B36-spælarunum. Hann heldur, at Rói Mørk Hentze í málinum stóð framúr væl, og hann heldur nógv um tað, sum Magnus Holm Jacobsen og Bjarni Petersen vístu, tá teir komu inn á vøllin.
Nú ætlar Oddmar Færø sær eisini ein sigur ímóti HB í grannauppgerðini í effodeildini, sum verður spæld 2. páskadag.