Oddgrein· Hall - men frægari útlit

Tað vóru ikki øll, sum spáddu Norrønu tann viðvind, sum Smyril Line helst skuldi hava við tí stóru íløguni, sum varð gjørd fyri tveimum árum síðani. Hesi hava partvíst fingið rætt, tí eisini annað roknskaparárið hjá Smyril Line, eftir at Norrøna fór at pløga Atlantshav, vísir eitt hall - 24 mió.kr., sum er 11 mió.kr. minni enn árið fyri.

Uttan at fara at greina støðuna, má bara staðfestast, at metingarnar, sum vórðu gjørdar, hildu ikki. M.a. er farmurin - kanska serliga tann ætlaði laksaútflutningurin úr Føroyum og Hetlandi - vorðin nógv minni enn roknað varð við. Harafturat hava inntøkurnar frá teimum ferðandi helst verið minni eisini, hóast ferðafólkatalið helst er áleið við tað, sum ætlað varð.

Alt hetta er nýggju leiðsluni greitt, og hon hevur eisini stungið ein nýggjan rakstrarpolitiikk út í kortið, sum vónandi fer at bera í sær, at ferðafólkatalið fer at økjast - at tey ferðandi fara at brúka meiri og eisini fara at fáa meiri fyri peningin, tey brúka dagarnar umborð á tí stásiliga farinum.

Tað skest ikki burtur, at skuldi tú bara keypa ferðaseðlar til eina ferð aftur og fram, og ikki júst kundi koma undir ein tilboðspakka, var ferðaseðilin rættiliga dýrur. Í øllum førum so dýrur, at hjá nógvum hevur tað loyst seg betur at fara við flogfari og leiga ein bil í eina ella tvær vikur, so tá hevur kappingarstøðan ikki verið góð.

Harafturat kann spurnartekin óivað eisini setast við kostnaðarleguna á matstovunum, barrunum og í handlunum. Í øllum førum eru tað nógv, sum hava havt bæði mat og drekka við. So spurningurin er, um eitt lægri kostnaðarstig ikki hevði økt søluna umborð og ferðafólkini høvdu óivað verið meira nøgd. Her ræður um at finna ta røttu javnvágina.

Eitt annað áhugavert hjá nýggju leiðsluni er ásannanin, at nú er tað ikki skipið, sum skal fáa ferðafólk at ferðast við Norrønu, men upplivingin - at fáa hana betri. Tað skuldi óivað borið til, samstundis sum ferðafólkavinnan á Norðurhøvum, kanska serliga í Íslandi, er í stórari menning.

Tann stóra inntøkan kemur kanska frá farmi, men hvørjir inntøkumøguleikar er ringt hjá leikfólki at siga, tí roknskapurin, sum varð kunngjørdur í tíðindaskrivi hóskvøldið, er ikki greinaður sundur. Neyðugt hevur verið at gera tillagingar, og hesar hava tíverri borið í sær, at fleiri starvsfólk eru sagd úr starvi.

Nú er alment sett spurnartekin við framferðarháttin, tá uppsagnirnar vórðu framdar, eins og tað er staðfest, at starvsfólkini heldur ikki vóru organiserað og komu tí ikki undir vanligar ásetingar í samband við uppsagnir - fráboðan, uppsagnartíð, arbeiðið í uppsagnartíð og onnur rættindi - sum eru í sáttmálum millum løntakarar og arbeiðsgevarar. Eitt dømi um, at leikluturin hjá fakfeløgunum er eins týdningarmikil nú sum áður.

Higartil hevur tað gingið hampiligt í ár og mei mánaði setti met. Spurningurin er so, um summarsiglingin kann geva felagnum nóg stórt íkast, til at raksturin fer at bera seg sum frálíður. Tað vóna vit, tí Norrøna hevur stóran týdning fyri ferðavinnuna í Norðurhøvum, og fólkið, sum búleikast á hesum leiðum. Norrøna hevur stóran týdning fyri Føroyar sum ferðamannaland og harvið eisini fyri búskapin sum heild. Latið okkum øll hvør í sær vera við til at troyta teir møguleikar, sum Norrøna gevur okkum, alt eftir hvønn tørv hon megnar at nøkta. Hon er so ein møguleiki og eisini ein framtíðar íløga, sum treyðugt eigur at gleppa okkum øllum og Føroyum av hondum. Hon er nevniliga meira enn bara eitt ferðamannaskip. Hon er ein brúgvabyggjari við øllum tí, sum hartil hoyrir og haraftrat ein týðandi samfelagsbúskaparligur katalysatorur.

Sosialurin