Í dag - flaggdagin 25. apríl klokkan 15 - verða fleiri flaggdagshald kring landið. Ymiskt er, hvat gjørt verður burtur úr, men á Sandi lata tey ikki dagin fara aftur við borðinum.
Veðrið í dag er av tí besta. Tað er turt, og sólin skínur, og á Sandi fara tey at gera nógv burtur úr hátíðardegnum.
Tað verður Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur og lærari, sum fer at flyta fram røðu.
Eisini fara Ró Højsted og Hanna Warner at syngja, og Elsubet av Kák og Amanda Miðalberg fara at lesa upp egnar yrkingar.
Eftir sjálvt flaggdagshaldið, sum verður á Mørkini Miklu, bjóðar Tilhaldið kakao og bollar, og í Sands kommunu lata tey fólk vita, at øll eru hjartaliga vælkomin.











