Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Oddbjørn Joensen, og hann væntar, at tað verða hvørki KÍ ella Víkingur, ið fara at vinna FM 2016. Hann væntar hinvegin, at tað er ein møguleiki fyri, at NSÍ fer avstað við øllum.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja FSF Varpið
Komandi sunnudagur kann gerast sera avgerandi fyri odda- og botnstríðið í EFFO-deildini. Oddbjørn Joensen væntar sær fleiri spennandi dystir í 23. umfari, men hann væntar ikki, at annað av liðunum, sum spæla í Gøtu, Víkingur ella KÍ, fara avstað við føroyameistaraheitinum.
Hann hevur eisini greiðar meiningar um AB, sum spælir móti kappingarneytanum í niðurflytingarstríðnum, Skála.
Rás2 sigur frá toppdystinum í Sarpugerði millum Víking og KÍ, og fylgja gongdini í Gundadali, har grannaupperð er millum B36 og HB. Fimti dysturin í 23. umfari verður klokkan 17.15 á Argjum millum AB og Skála. Rás2 sigur somuleiðis frá tí dystinum.
23. umfar:
Sunnudagin:
B68 – ÍF (15.00)
NSÍ – TB (15.00)
B36 – HB (15.00) Beinleiðis á Rás2
Víkingur – KÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2
AB – Skála (17.15) Beinleiðis á Rás2










