Oddbjørn nýggjur HB-venjari

Á tíðindafundi seinnapartin í dag kunngjørdi HB nýggja venjaran fyri komandi ár hjá besta liðnum.

 

Tað verður Oddbjørn Joensen, ið skal standa á odda fyri venjingini næsta kappingarár, og at hjálpa sær fær hann navnframa leikaran, Fróða Benjaminsen. Landsliðsskiparin skal virka sum leikandi hjálparvenjari.

 

Oddbjørn Joensen er 49 ára gamal, og hevur rímiliga drúgvar royndir sum venjari. Hann byrjaði í Leirvík í 1993, og var so venjari í HB árini 1995 og 1997.

 

Árini 1999-2001 var hann venjari á Argjum, áðrenn hann helt ein stegð fram til 2005, tá hann vandi KÍ. Í 2006 vandi hann TB og í 2007 aftur AB, har hann tó varð koyrdur eftir 13 dystum.

 

Seinast hevur Oddbjørn Joensen vant U19 landsliðið saman við Eyðun Klakkstein.