Oddbjørn: KÍ verður føroyameistari

FSF Varpið: Oddbjørn Joensen er gestur

Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Oddbjørn Joensen, ið væntar fimm spennandi dystir um vikuskifti, tá 14. umfar í EFFO-deildini er á skránni

 

Klaksvíkingurin í Havn, Oddbjørn Joensen, er gestur í FSF Varpinum hesaferð, har Oddbjørn og Tróndur Arge meta um dystirnar í 14. umfari í EFFO-deildini, sum er á skránni sunnudagin 12. juni.

 

Og tað er av álvara lagt upp til fimm spennandi dystir í komandi umfari. Nummar eitt og tvey møtast í Klaksvík, og í Havn verður grannauppgerð millum HB og B36. Hinir dystirnir eru ÍF - B68, TB - NSÍ og Skála - AB.

 

Effodeildin 14. umfar:

Sunnudagin

KÍ - Víkingur (15.00) Beinleiðis á Rás2

HB - B36 (15.00) Beinleiðis á Rás2

ÍF - B68 (15.00)

TB - NSÌ (15.00)

Skála - AB (17.00)