Hondbóltur
Talan var ikki um ein av teimum bestu hondbóltsdystunum í kappingini, tá Stjørnan vitjaði á Skála sunnudagin.
Roknað varð ikki við, at Stjørnan skuldi fáa stórvegis trupulleikar av hesum, men í veruleikanum munnu tær á oddaliðmum helst vera fegnar um, at tað eydnaðist at fáa stigini eftir eitt somikið lítið sannførandi avrik.
Tað var sjáldan soleiðis, at ferðin á spælinum kom í nær námind av tí, sum Stjørnan áður hevur víst í vetur, og hetta viðførdi eisini, at tær høvdu ógvuliga trupult við at skræða seg leysar frá mótstøðuni. At Lydia Vlajic tíðliga í dystinum mátti fara av vøllinum við skaða, mundi ikki betra um útlitini í so máta, men hinvegin gav hetta Maibritt Sivertsen ein møguleika at prógva, at hon so sanniliga eisini er ein málverji, sum roknast kann við.
Tó at tað gekk striltið, so megnaði Stjørnan undan steðginum at skapa sær eina leiðslu upp á nøkur mál, og í seinna hálvleiki hildu tær alla tíðina fast um hesa. Men hóast tað fleiri ferðir varð roynt at seta gongd á liðið, so eydnaðist tað ongantíð at lyfta avrikið hjá øllum leikarunum í senn, og tí mundu tað vera fleiri eftir dystin sum ivaðust, hvørt Stjørnan kann halda fast um oddasessin alt endaspælið á tamb.
Skulu tær tað, so er einki at ivast í, at aðrir bollar skulu á suppuna, og tað skal eisini ganga hampuliga skjótt fyri seg. Komandi vikuskifti fáa tær vitjan av einum VÍF-liði, sum helst er svangari enn nakrantíð, nú tær longu eru fýra stig aftan fyri oddin. Ein fjarstøða, sum kann vaksa upp í seks stig, um tað eydnast Stjørnuni at taka sigurin.
Hjá StÍF ræður hinvegin um at ansa sær, skulu tær ikki yvirhálast av Søljuni og Kyndli. Fyri jól tapti liðið fyri báðum av hesum, og veðrur tað eisini støðan í endaspælinum, so er skjótt rokna seg fram ti, at tey bæði niðastu ikki vera niðast kortini, og tað vildi nokk ikki verið tað, sum StÍF ætlaði sær undan kappingini.
Dysturin í tølum
StÍF-Stjørnan 25-29 (11-14)
Málskjúttar
StÍF: Sunfríð B. Jacobsen 6(3), Paula B. Høgnesen 5, Melica Ergic 4, Poula D. Olsen 4, Anna B. Danielsen 4, Ninna Katrin Johansen 1
Stjørnan : Katarina Stepanovic 10, Una Olsen 8, Joan M. Djordjevic 4(4), Bára S. Klakstein 3, Annika Ljósstein 2, Anna Kristina Samson 1, Súsanna Jacobsen 1
Brotskøst: StÍF 3, Stjørnan 4
Útvísingar: StÍF 3
Dómarar úr H71: Høgni Joensen & Rúni Djurhuus.