Oddasessurin upp á spæl í kvøld

Tríggir dystir í Vodafonedeildini verða í kvøld. Útsetti dysturin millum B71 og B36 verður á Sandi, NSÍ tekur móti Víkingi, meðan HB kann fara undir niðurflytingarstrikuna um teir tapa í Sørvági.

 

Bæði oddaliðini í Vodafonedeildini skulu í eldin í kvøld. B36 skuldi upprunaliga spæla móti B71 í gjár, men av tí at Teistin hevði brek, so var dysturin avlýstur. Tað undarliga var, at allir B36 leikararnir vóru á Sandoynni, meðan helmingurin av B71 leikarunum stóðu á Gomlurætt. B36 hevur sostatt havt góða tíð at fyrireika seg til dystin í kvøld.

 

Tann mest spennandi dysturin á papírinum er í Runavík, har nummar fýra tekur ímóti nummar tvey. Umframt tað, so er talan eisini um grannauppgerð. Um NSÍ skal gera seg galdandi í oddinum, so skulu vespurnar helst vinna á Víkingi. Hinvegin, so er sannlíkt at B36 vinnur á Sandi og tí skal Víkingur eisini vinna, um teir framhaldandi skulu leggja mest møguligt trýst á oddaliðið.

 

Í Sørvági er botnuppgerð millum 07 Vestur og HB. Eftir B68 sigurin í gjár fór 07Vestur undir niðurflytingarstrikuna. Men við bara einum stigi fleiri liggur HB á attinda plássi. Við øðrum orðum, vinnur 07 Vestur í kvøld so liggja føroyameistarnir frá í fjør til niðurflyting.

 

Vodafonedeildin í kvøld:

 

B71 – B36 18:00

NSÍ – Víkingur 18:00

07 Vestur – HB 19:00