Oddarnir hjá Oddi vóru bestir

Bogaskjótikapping fyri ung var leygardagin. Tað vísti seg, at oddarnir á pílunum hjá Oddi Andreassen raktu skivuna best

Seinasta vanliga bogaskjótikappingin fyri ung var á Skipasmiðjuni í Havn í dag. Bert sjey luttakarar vóru við í kappingini, men støðið á ovaru helvtini var hægri, enn tað hevur verið í ungdómsskjóting í recurve í fleiri ár.

Talan var um kapping á 15 metrum. Ungdómur skýtur bæði 12 og 15 metrar.

Oddmar Nielsen, Sirið Rein og Odd Andreassen vóru innleiðandi øll omanfyri 500 stig av 600 møguligum.

Í hálvfinalunum gjørdi Sirið Rein bart, og sendi Oddmar Nielsen so barlangan í bronsufinaluna, meðan hon sjálv fór í finaluna. Hon vann við heili sjey stigum, sum er nógv, tá bert 12 pílar verða skotnir.

Í hinari hálvfinaluni skutu Odd og Bjarni. Her vann Odd við 10 stigum, hóast skjótingin hjá Oddi var langt niðanfyri tað, hann eigur at skjóta.

Í bronsudystinum bleiv tað ongantíð veruliga spennandi, tí Bjarni, sum annar hevði skotið væl, fór eitt sindur niður og fekk bert 79 stig av 120 møguligum. Oddmar fekk 102.

Í finaluni hittust Sirið Rein og Odd Andreassen. Sirið royndi tað hon kundi, men oddarnir hjá Oddi sótu bara betri.

Endin varð, at Odd vann við 107 stigum ímóti 100 hjá Sirið.