Bogaskjóting
Innleiðandi vóru liðfelagarnir úr Ørvi fremstir, men Oddmar var munandi betur fyri hendan dagin. 535 stig fekk hann, og hóast hetta er minni enn bæði hann og Odd skjóta í venjing, so var Oddmar 45 stig frammanfyri liðfelagan innleiðandi.
Í til finaluskjótingina broyttist tó eitt vet, teir báðir úr Ørvi vundu burtur úr hinum skjúttunum, og Oddmar vann ein dyst ímóti finaluni við heili 52 stigum, sum má sigast vera heilt nógv, tá tað bert eru 120 stig at skjóta um.
Í bronsufinaluni skutu Marnar Mikkelsen úr Vágaskoti og Ingi Alfredsson úr Ørvi. Drongurin úr Ørvi vísti seg at raka dagin, og vann við seks stigum.
Í gulldystinum hittust teir báðir ungu Ørvadreingirnir. Odd var gjøgnum finaludystirnar komin fyri seg, og skeyt nú eins væl og hann ger til venjing. Dysturin gjørdist tí rættiliga javnur, og tá komið var á mál hevði Odd vunnið sær 109 stig, meðan Oddmar skeyt á sama støði sum innleiðandi og fekk 105 stig av 120 møguligum.
Tí vann Odd Andreassen kappingina, og á øðrum og triðja plássi endaður Oddmar og Ingi, sum eisini eru úr Ørvi.