Oddaliðið er framvegis gult

VÍF vann tryggan sigur í Klaksvík, og nú eru tær einsamallar á odda í bestu kvinnudeildini

 

 

Talan varð um tryggan sigur til bæði VÍF og VB, tá tær spældu móti ávíkavist Stjørnuni og StÍF.

 

Í Klaksvík megnaði heimaliðið ikki veruliga at fylgja við. Ikki minst var Durita Ljósstein nakað hørð við barndómsfelagið, og skeyt hon níggju av málunum hjá VÍF.

 

Á Skála vann VB eins trygt móti StÍF. Heldur ikki her var nakar ivi um, hvat betra liðið í dystinum var, og við sigrinum hevur VB nú lagt seg á næst fremsta sessin. Bert eitt stig aftan fyri VÍF.

 

Dystir í dag

StÍF-VB 25-36

Stjørnan-VÍF 26-33