Oddalið og avbjóðari møtast

Mansflogbóltur - Hóast ÍF hevur verið eina­ráðandi í lands­kappingini, hava fleiri jøvn og spennandi sett verið ímóti Mjølni, so steypafinalan kann saktans gerast meira spennandi enn stigatalvan

Hagtølini frá undanfarnum árum peika ymsar vegir, nú ÍF og Mjølnir møtast í steypafinaluni. ÍF hevur vunnið greipuna tríggjar ferðir, í 2001, 2003 og 2009, men hinvegin vann Mjølnir bæði í 2007 og 2006 steypafinaluna á ávikavist ÍF og Fleyr, ið blivu meistarar tey árini.
Á báðum liðum eru spælarar, sum eru vanir við steypafinalur, tí Mjølnir var í finaluni í fjør og í 2008, og ÍF var í finaluni í fyrraárið og 2007. Hetta er áttanda finalan hjá Mjølni, sum tríggjar ferðir hevur verið steypavinnari, og ÍF, sum er við fyri sjeyndu ferð, hevur vunnið finaluna fýra ferðir.

Nógv jøvn sett
– Vit sleppa neyvan undan at roknast sum stórfavorittar, og tí renna vit heldur ikki undan. Men hetta er ein finala, har alt kann enda, sigur Rúni Weihe, liðformaður hjá odda­liðnum, ÍF, sum í Eik-liguni er heili sjey stig framman fyri Mjølnir, ið er sterkasti avbjóðarin.
Sunnudagin máttu fimm sett til í landskappingardystinum teirra mill­um, áðrenn ÍF hevði vunnið, og í vetur hava settúrslit sum 31-29, 30-28, 29-27 og 28-26 verið at sæð mill­um ÍF og Mjølnir, men kortini hevur ÍF vunnið hvørja ferð.
– Vit hava virðing fyri klaks­víkingum, men ræðast teir ikki. Í allan vetur hava vit havt takið á Mjølni, og gera vit, sum vit hava gjørt, eiga vit at vinna, sigur Rúni, ið saman við liðfeløgunum bara ta einu ferðina hevur tapt fyri Mjølni. Tað var í innleiðandi umfarinum í Fleyr-kappingini, har ÍF ikki kom víðari, men Mjølnir endaði sum vinnari.

Sær ljóst upp á tað
At bara tveir bóltar hava verið á muni millum ÍF og Mjølnir í sjey av teimum 19 settunum, liðini hava spælt ímóti hvørjumøðrum í vetur, vil liðformaðurin hjá Mjølni fegin brúka til egnan fyrimun:
– Sjálvt um vit hava tapt dyst­irnar, haldi eg, at vit hava rímiliga gott tak á teimum. Teir hava verið sera støðugir í vetur, men um vit kunnu taka tað besta frá undan­farnu dystunum við okkum inn á vøllin, síggi eg avgjørt ljóst upp á tað, sigur Thorvald Danielsen.
– Satt at siga, so haldi eg slett ikki, at ÍF er so nógv betri enn vit. Sunnu­dagin skuldu vit havt koppað teimum, men gjørdu tað ikki, so kanska vit nú gera tað í steypa­finaluni í staðin.