Sandoyingar høvdu leygardagin vitjan av AB á Sandi, men hóast argjamenn hava ligið rættuliga ovarlaga, so høvdu sandoyingar fult tamarhald á leygardagin, og sigurin hjá B71 var fult uppiborin.
Tað var tó ikki fyrr enn eftir steðgin, at tað eydnaðist heimaliðnum at fáa hol á, tá ið Magnus Olsen sendi í netið. Stutt tíð gekk, so var 2-0, tá ið Símin Hansen skoraði eftir eitt skjótálop, og móti endanum av dystinum slóg Magnus Olsen sigurin hjá sandoyingum fastan, tá ið hann skoraði sítt næsta mál í dystinum til 3-0, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Tætt í Vágum
Í Vágum var dystur millum FS Vágar 2004 og Royn, og her gjørdist talan um ein javnan og spennandi dyst. Kviki framherjin Kim Poulsen legði heimaliðið á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, men stutt undan steðginum fingu hvalbingar javnað, tá ið Hilmar Sveinbjørnsson við brotssparki.
Tað vóru tó vertirnir úr Vágum, sum fingu øll trý stigini, og sigursmálið fingu teir tíðliga í seinna hálvleiki. Eftir eitt óbeinleiðis fríspark í brotsteiginum hjá Royn, langaði Birgir Joensen bóltin í netið til 2-1.
Á Krossinum í Sumba hevði heimaliðið vitjan av leirvíkingum, og tann dysturin endaði við javnleiki 2-2. Birni Kjærbo legði Sumba á odda í fyrra hálvleiki, men Fróði Joensen javnaði fyri LÍF.
Sumbingar komu á odda aftur, tá ið Kenneth Kjærbo var á rætta staðnum, men tað eydnaðist enn einaferð LÍF at koma upp á javnt, tá ið sumbingar gjørdu sjálvmál, og 2-2 gjørdist eisini endaliga úrslitið.
B68 fekk ein hvøkk
Sunnudagin hevði B68 vitjan av B36 á Toftum, og botnliðið úr Havn gav toftamonnum ein hvøkk, tá ið Thomas Hans Rubeksen legði teir á odda 1-0.
Toftamenn reistust tó, og teir komu upp á javnt, tá ið veteranurin Øssur Hansen javnaði við einum fluktara eftir eina avlevering frá Jóhan Petur Poulsen.
1-1 var støðan í hálvleikinum, men tá ið knappir 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tók oddaliðið leiðsluna. Tað var Jóhan Petur Poulsen, sum skeyt tað málið við einum skoti úr spískum.
B68 slóg sigurin fastan í yvirtíðini, tá ið John Petersen við høvdinum serveraði bóltin fyri føturnar á Jann Inga Petersen, sum hevði lætt við at seta bóltin í netið til 3-1.
Seinasti dysturin í 2. deild hetta vikuskifti var millum HB og GÍ í Havn, og tann dystin vann HB sannførandi 5-1.
Leikandi venjarin hjá HB, John Eystberg, og veteranurin Uni Arge, vóru báðir tvífaldir málskjúttar í dystinum.
Komandi vikuskifti verður ein spennandi dystur í Havn, tá ið júst HB fær vitjan av oddaliðnum B68.
B71-AB 3-0
1-0 Magnus Olsen
2-0 Símin Hansen
3-0 Magnus Olsen
FS Vágar 2004-Royn 2-1
1-0 Kim Poulsen
1-1 Hilmar Sveinbjørnsson brtsp.
2-1 Birgir Joensen
Sumba-LÍF 2-2
1-0 Birni Kjærbo
1-1 Fróði Joensen
2-1 Kenneth Kjærbo
2-2 sjálvmál
HB-GÍ 5-1
1-0 Høgni M. Joensen
2-0 Uni Arge brotsp.
3-0 John Eystberg
4-0 Uni Arge
5-0 John Eystberg
5-1 Bjarni Justinussen
B68-B36 3-1
0-1 Thomas Hans Rubeksen
1-1 Øssur Hansen
2-1 Jóhan Petur Poulsen
3-1 Jann Ingi Petersen