22. umfar í Formuladeildini er á skránni seinnapartin. Felags fyri oddaliðini bæði ? B36 og NSÍ ? er, at tey skulu spæla á útivølli. B36 skal til Gøtu, og NSÍ skal til Streymnesar. Á pappírinum eigur NSÍ torførara setningin. EB/Streymur er saman við HB á triðja plássi, og eftir aldudal hevur tað seinastu ferðirnar gingið væl hjá EB/Streymi.
HB, sum fær vitjan av VB/Sumba, er størsti favoritturin, og um hini úrslitini laga seg væl fyri meistararnar, so kunnu teir at taka seg uppaftur nærri oddaliðunum.
Veðurvánirnar frá DMI í morgun siga, at vindurin fer seinnapartin at vaksa til frískan høgættarvind ? av norði og landnyrðingi ? og at tað verður yvirskýggjað og regn. Hitin fer at liggja millum seks og tíggju stig.
Fyrsta bríkslið verður alla staðni klokkan 15 uttan á Argjum, har dysturin verður klokkan 17.
HB-VB/Sumba: Rúni Gaardbo kl. 15
EB/Streymur-NSÍ: Lars Müller kl. 15
AB-KÍ: Dagfinn Olsen kl. 17
GÍ-B36: Ransin Djurhuus kl. 15
Skála-B71: Páll Augustinussen kl. 15
Støðan eftir 21 umfør
B36 45 stig
NSÍ 45 stig
HB 39 stig
EBS 39 stig
KÍ 28 stig
Skála 26 stig
GÍ 26 stig
B71 22 stig
AB 14 stig
VBS 11 stig