Oddaliðini halda stílin

Fótbóltur: Bæði AB og 07 Vestur vunnu sínar dystir um vikuskiftið og hava beina kós mótvegis Effodeildini, meðan Skála og B71 framegis lúra í feltinum aftanfyri

Fyrsti dysturin var longu á skránni fríggjakvøldið, tá ið teir næstfremstu hjá EB/Streymi fingu vitjan av 07 Vestur, sum er á øðrum plássi. Heimaliðið helt 07 Vesturi frá málinum heilt fram til eitt korter var eftir at spæla, tá ið Holgar Durhuus fekk hol á. Hørður H. Johansen staðfesti ein 2-0-sigur til 07 Vestur fáar minuttir fyri leiklok.
Heima á Sandi hevði B71 vitjan av teimum næstbestu hjá HB. B71 kom væl frá byrjan og við málum frá Thomasi Hans Rubeksen og Bakari Bojang vóru teir á odda 2-0 í hálvleikinum. Bárður Mittelstein gav HB eina lítla vón tríggjar minuttir fyri leiklok, men B71 fekk ein 2-1-sigur í hús og fekk tvey kærkomin stig.
Grannauppgerð var í Runavík ímillum teir næstbestu hjá NSÍ og B68. Búi í Hjøllum hjá B68 og Kristian í Lon Olsen syrgdu við hvør sínum máli fyri, at tað stóð á jøvnum 1-1 í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki tók NSÍ sær um reiggj. Jóannes Hansen við tveimum málum, Sonni L. Petersen og eitt sjálvmál vóru við til, at NSÍ vann stórt 5-1.
Skála hevði á heimavølli ongar trupulleikar av Víkingi. Karstin Justesen gjørdist stóri málslúkurin og gjørdi hattrikk, meðan Brian Jacobsen við tveimum málum og Markus Olsen við einum vóru við til at hála ein tryggan 6-0-sigur í land.
Oddaliðið AB hevði lætt spæl heima á Argjum, har teir vunnu heili 6-1 á KÍ. Dion B. Splidt, Tummas Justinussen, Bjartur K. Dam, Jobin Drangastein, Mikkjal T. Hentze og Nicolaj L. Eriksen skutu allir hvør sítt mál, meðan Bárður J. Heinesen skoraði einsamalla málið hjá KÍ.
Úrslitini bera við sær, at AB og 07 Vestur framvegis halda eina beina kós ímóti Effodeildini, meðan serliga Skála lúrir, um eitt av oddaliðunum skuldu snávað.

EB/Streymur II - 07 Vestur 0-2 (0-0)
0-1: Holgar Durhuus, 73.
0-2: Hørður H. Johansen, 87.

B71 - HB II 2-1 (2-0)
1-0: Thomas Hans Rubeksen, 33.
2-0: Bakari Bojang, 38. (br.)
2-1: Bárður Mittelstein, 87.

NSÍ II - B68 II 5-1 (1-1)
0-1: Búi í Hjøllum, 10.
1-1: Kristian í Lon Olsen, 20.
2-1: Símun Christian Olsen, 57. (sj.)
3-1: Jóannes Hansen, 64.
4-1: Jóannes Hansen, 75.
5-1: Sonni L. Petersen, 83.

Skála - Víkingur II 6-0 (2-0)
1-0: Karstin Justesen, 24.
2-0: Karstin Justesen, 34.
3-0: Markus Olsen, 47.
4-0: Karstin Justesen, 52.
5-0: Brian Jacobsen, 73.
6-0: Brian Jacobsen, 76.

AB - KÍ II 6-1 (2-0)
1-0: Dion B. Splidt, 3.
2-0: Tummas Justinussen, 36.
2-1: Bárður J. Heinesen, 57.
3-1: Bjartur K. Dam, 58.
4-1: Jobin Drangastein, 60.
5-1: Mikkjal T. Hentze, 63.
6-1: Nicolaj L. Eriksen, 84.