Oddaliðini eru á útivølli

KÍF, VÍF og H71 eru øll á útivølli um vikiskiftið. KÍF tapti fyrsta dystin í ár farna vikuskiftið, og VÍF og H71 elta nú kollfirðingar

Tvey lið hava fingið stig móti KÍF í ár. Umframt VÍF, sum vann í høllini í Kollafirði farna vikuskiftið, so megnaði Kyndil eisini at fáa stig úr Kollafirði fyrr í kappingarárinum. Tann dysturin endaði við javnleiki 30-30.
Tann dysturin var sera spenn­andi og lítið bendi á, at tað var tann stóri munurin á liðnum hetta kappingarárið, men tað hevur ikki gingið heilt so væl hjá teimum grønu, sum hjá kollfirðingum. Fram til seinasta vikuskiftið var KÍF eina­ráðandi, men ein skakandi vánalig byrjan upp á dystin móti VÍF gjørdi, at liðið tapti sín fyrsta dyst.
Fyri Kyndil hevur tað stóran týdning at vinna dystin, so felagið ikki missir samband við oddaliðini. Fyri KÍF er tað týdningarmikið at reisa seg eftir ósigurin fyri VÍF. Bæði Arnbjørn Hansen og Gert Hansen aftur í hópinum hjá KÍF.

VÍF og H71 elta
VÍF hevur reist seg eftir ósigurin fyri H71, og hevur vunnið tveir tor­førar útidystir móti Kyndli og KÍF. Teir eru á vitjan hjá StÍF, sum somuleiðis hevur vunnið tveir teir seinastu dystirnar. Tó móti botn­liðnum Team Klaksvík og Neistanum. StÍF er bara trý stig frá oddinum, men úrslitið seinast móti VÍF bendir á, at tað eru teir bláu og gulu úr Vestmanna, ið eru favorittar. Tá vann VÍF 29-23.
Neistin hevur tað ikki lætt í ár. Teir plaga at megna at fylgja við í ein hálvleik, áðrenn orkan gongur undan. Liðið er nýtt og venjarin, Áki Mørk, hevur sagt, at tað í ár snýr seg um at menna leikarar.
Teir fáa vitjan av einum H71 liðið, sum hevur vunnið tríggjar teir seinastu dystirnar. Siðani teir mitt í farna mánaði taptu á Strondum, so hava teir vunnið á VÍF, Team Kalksvík og Kyndli. Ongin ivi um, at hoy­víkingar eru stórir favorittar at vinna grannauppgerðina á Hálsi sunnu­dagin.

Neistin og hini
Hjá kvinnunum er tað Neistin og so hini. Tær eru í serflokki og hava tvífalt so nógv stig sum nummar tvey. Neistin spælir sunnudagin móti Stjørnuni, sum mikukvøldið tapti fyri VÍF/Tjaldur.
Á Hálsi verður dystur millum Kyndil og VB, sum liggja nummar ávíka­vist trý og tvey. Seinast liðini hitt­ust endaði tað við 23-23 javnleiki, so lagt er upp til ein spennandi dyst.
Á Strondum skal VÍF/Tjaldur royna at halda fram við góðu gongd­ini, nú liðið hevur vunnið tveir dystir á rað.