Oddaliðið vitjar til stevnudyst

Á Skála tykjast eyguni bara at venda uppeftir, og aftur sunnudagin fara teir eftir trimum stigum

Upptakt

Tað kann neyvan sigast nóg oftani og nóg hart. Fótbóltsfepurin á Skála er fleiri stig oman fyri tað heilsuskaðiliga, og lítil ivi er um, at norðoyastevnugestirnir úr Eysturoynni verða heilt nógvir í tali sunnudagin.
Málið er framhaldandi at halda fast um oddasessin, men í mun til undanfarnu dystirnar, verður tað ikki heilt sama Skála-manningin, sum fer á vøllin.
Í øllum førum stendur vist, at Dusan Jaic ikki verður við, eftir at hann fekk sítt triðja gula kort móti B36. Hartil hava bæði Bárður Danielsen og Alexandur Johansen drigist við skaðar, og spurningurin er, hvørt teir verða tøkir sunnudagin.

Broytingar í væntu
Hjá KÍ er Símun Joensen nú tøkur aftur, eftir at hann sat yvir við leikbanni seinast. Hinvegin verður Alexandar Djordjevic neyvan við tey bæði komandi umførini. Hann hevur fingið trupulleikar við rygginum, og sunnudagin er so ikki hugsingur um, at hann verður tøkur, verður sagt úr Klaksvík.
Og einki er at ivast, at klaksvíkingar heldur enn gjarna vilja sleppa at koppa oddaliðnum. Ikki minst eftir avrikið seinast, sum var alt annað enn sannførandi, og sum í øllum førum ikki gav nakrar ábendingar um, at KÍ vil vera við í toppinum, nú teir skulu halda sín 100 ára dag.