Oddaliðið vitjar botnliðið

Kravið er ein sigur, tá Neistin vitjar í ítróttarhøllini á Skála seinnapartin.

Neistakvinnur kunnu sjálvar gera av, um tær skulu spæla finalurnar um føroyameistaraheitið. Oddaliðið Neistin hevur bara tveir dystir eftir at spæla. Næsta vikuskiftið vitjar Stjørnan í Havn.

 

StÍF, sum hevur verið botnproppur alla kappingina, vann á VÍF í Vestmanna mikudagin.

 

Dysturin byrjar klokkan 17.00.

 

Oddadysturin er í Runavík í morgin. Tjaldur fær vitjan av Stjørnuni.

 

Dysturin í dag:

 

Klokkan 17.00: StÍF ? Neistin

 

Dystirnir í morgin:

 

Klokkan 14.30: Kyndil ? VB

Klokkan 15.00: Tjaldur ? Stjørnan

 

Stigatalvan:

 

1. Neistin ? 22 dystir, 34 stig

2. Stjørnan ? 20 dystir, 34 stig

3. Tjaldur ? 21 dystir, 32 stig

4. VB ? 21 dystir, 22 stig

5. Kyndil ? 22 dystir, 14 stig

6. VÍF ? 21 dystir, 7 stig

7. StÍF ? 21 dystir, 5 stig