Oddaliðið skal ansa sær í Klaksvík í kvøld

VÍF bjóðar Stjørnuni av í SMS-deildini í kvøld

SMS-deildin: Stjørnan - VÍF klokkan 19.30 í KÍ-Høllini

VÍF ætlar sær at styrkja um oddasessin tá vestmenningar leggja leiðina til Klaksvíkar og KÍ-høllina, har Stjørnan tekur ímóti klokkan 19.30 í kvøld.

VÍF tykist veruliga at hava funnið rætta støðið seinastu vikurnar, har serliga sigurin á Kyndli var týdningarmikil í stríðnum um fremsta plássi í SMS-deildini.

VÍF hevur í løtuni helst besta skjótálopsspælið í SMS-deildini, ið byggir á sera góðu verjuna. VÍF hevur eisini skotið 28 og eitt hálvt mál í miðal, og tað er fyrst og fremst tey skjótu málini, ið Stjørnan skal steðga í kvøld.

Og Stjørnan hevur fyrr víst seg at megna tað. Serliga tá ið Stjørnan megnaði at halda Kyndli niðri á 17 málum, og heldur óvæntað vinna sær kappingarársins fyrstu stig tann sunnudagin fyri einum mánað síðani.

Hetta er aðru ferð av trimum, at VÍF og Stjørnan hittast í grundspælinum, og fyrstu ferð gjørdist tað ein tryggur sigur til vestmannakvinnur. Í tí dystinum var eyðsæð at Durita C. Jojic stríddist við skaða, men skotøkslin tykist at vera komin fyri seg nú. Tí er ongin ivi um at VÍF er favorittur í kvøld, men Stjørnan kann taka oddaliðið á bóli í KÍ-høllini í kvøld. Tá skal Stjørnan eydnast væl í verjuni og gjarna fáa fitt av bjargingum, tí VÍF kann skorað úr øllum støðum.

Lyklaleikarin í álopinum hjá Stjørnuni er Mina L. Sirdal, ið skal stuðlast væl av sínum liðfeløgum - serliga Tóru Eliasen, Jancy Jacobsen og Sonju L. Sirdal.

Mina L. Sirdal var eisini toppskjútti hjá Stjørnuni seinast liðini hittust. Tær, ið skutu málini tá vóru hesar:

VÍF – Stjørnan 29-22 (13-7) 21. september, Høllin í Vestmanna

VÍF: Ró Nielsen 7, Agnas Olsen 5, Heidi Maria Akselsen 5, Liljan Müller 4, Lív Ingdórsdóttir 3, Durita C. Jojic 3, Lise Marie Evensen 1, Jórunn Gudmundsen 1

Stjørnan:Mina L. Sirdal 8, Tóra Eliasen 6, Sonja L. Sirdal 4, Katrin Bertholdsen 2, Miriam Bethuelsdóttir 1, Jansy Jacobsen 1

Støðan í SMS-deildini áðrenn kvøldsins dyst (hsf.fo):

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF72001495112
2Kyndil71841255910
3H7171851632210
4Neistin7174155198
5Stjørnan7176189-136
6StÍF8169243-744
7VB7156220-640