Tvær ferðir fyrr í summar hevur tað eydnast VB/Sumba at vunnið fulla úrtøku burtur úr uppgerðum ímóti grannunum í TB.
Í dag hittust suðuroyarliðini bæði á Sevmýri, og hesa ferð endaði TB omaná. Úrslitið var 2-0, eftir at heimaleiðslan í hálvleikinum hevði verið 1-0.
Teitur Rasmussen setti hol á í 14. minutti, og tá ið ein løta restaði staðfesti Allan Poulsen TB sigurin.
Longu undan steðginum sá Martin Tausen hjá VB/Sumba gula kortið fyri aðru ferð, og tí vóru gestirnir á Sevmýri undirmannaðir allan 2. hálvleik.
Áskoðarafjøldin var stór og alla staðni frá í oynni. TB hevði fríska lotið undan í 1. hálvleiki, og tað var einki at ivast í, at teir á heimaliðnum vóru ágrýtnari.









