Oddaliðið helt um sessin

Við stórum mannfalli var talan nærum um unglingalið hjá B36, men sama unga liðið átti so ruddiliga annað stigið uppiborið, tá oddaliðið var á vitjan

Fótbóltur

Tað mundu vera fleiri av B36-viðhaldsfólkunum, sum stúrsaðu nakað við, tá Petur Reinert í fagrasta várveðrið blásti dystin í Havn ígongd.
Mannfallið í B36 hevur verið hampuliga stórt seinastu tíðina, og fram um nakað, sum skuldi breiddin í hópinum hjá B36 standa sina roynd sunnudagin. Og tað kom eisini til sjóndar við nøkrum taktiskum rokeringum, har tað ikki minst tóktist ein djørv avgerð at lata 17 ára John Hansen spæla sín fyrsta dyst á besta B36-liðnum mitt í brennideplinum á miðvøllinum.

Mikkjal í essinum
Hóast truplu fortreytirnar, so stóð tó hampuliga skjótt greitt, at B36 so avgjørt eisini hevði sínar ætlanir við dystinum.
Gestirnir, ið mest sum hava verið flúgvandi í ár, spældu í eyðkenda kontra-stílinum, har Sorin Anghel var einsamallur á toppinum, men har tríggir framrættaðir miðvallarar vóru skjótir at stuðla. Á miðvøllinum arbeiddu Ronnie og Bárður hart og væl, soleiðis at annars stinna verjan ikki kom undir nakað serligt trýst.
Uppskriftin var eyðsýnt, at tað skuldi ganga skjótt fyri seg, tá B36 misti bóltin, men tað gekst tó illa at revsa slík mistøk. Fyrst og fremst, tí vertirnir rættiliga tilvitað ansaðu eftir, at slík mistøk ikki vórðu framd. Men eisini tí Mikkjal Thomassen á B36-miðvøllinum so ruddiliga átók sær ábyrgdina sum tann, ið skuldi stýra spælinum. Óteljandi ferðirnar var hann maðurin, sum stýrdi bæði ferð og kós á álopunum, samstundis sum hann dugdi væl at halda hóskandi dýpdina í miðvøllinum. Hetta so hesin mest sum ongan tíð varð yvirspældur, tá gestirnir royndu at kontra.
Júst leikluturin, sum Mikkjal hesa ferð tók á seg, hevur kanska verið ein tann størsti mangulin í spælinum hjá B36 í ár. Og hann var í øllum førum ein av høvuðsorsøkunum til, at B36 fekk eitt veruligt tak á dystinum sunnudagin.

Hanus við í tí mesta
Tað gekk tó heldur striltið at skapa teir heilt opnu møguleikarnar, men fleiri ferðir var talan um vandamikil innlegg. Og tí var tað á ongan hátt óuppiborið, tá B36 legði seg framum, tó at málið kom nakað óvæntað. Í øllum førum varð Rene Tórgarð tikin púrasta á bóli, tá Hanus Thorleifsson av brotsteigarhorninum smekkaði til móti nærra stólpanum, og so stóð 1-0.
Tað var tó ikki liðugt við teimum løgnu málunum. B36 helt áhaldandi eitt gott tak um dystin, men bara 10 minuttir seinni var aftur javnvág í málroknskapinum. Eitt langt innkast varð tveitt inn í brotsteigin hjá B36. Bárður H. Joensen royndi at stúta burtur, men hann fekk bara longt bóltin aftur um seg, soleiðis at ein púra sakarsleysur Jákup Mikkelsen ikki fekk gjørt annað enn at staðfesta, at bólturin endaði í málinum. Og tá Sorin Anghel í næsta álopinum smekkaði til á stongina, kom veruliga lív í alsamt vaksandi áskoðarafjøldina hjá gestunum.
Hetta kundi kanska tikið nakað av luftini úr partvíst óroyndu manningini hjá árstalsfelagnum, men tað gjørdi tað tó ikki. Restina av hálvleikinum hildu teir á við ágrýtna spælinum, og í seinasta minuttinum undan steðginum fingu teir eisini løn fyri stríðið. Tað tóktist vera ivasamt, hvør vildi taka ábyrgdina á seg, tá Hanus Thorleifsson varð feldur í brotsteiginum. At enda gekk Mikkjal tó fram at bóltinum, og uttan nakað suim helst hóvasták hamraði hann í besta Lerby-stíli bóltin í meskarnar.

Heimamenninir iðraðu seg
Við leiðsluni var væntandi, at B36 fór at liggja dúpri eftir steðgin, soleiðis at teir kundu gera sær dælt av eyðkenda kontra-vápninum, sum EB/Streymur plagar at duga so væl.
Tað spældi tó ongan tíð soleiðis av, at gestirnir satsaðu alt í royndini eftir einum útjavnandi máli. Men tað eydnaðist teimum spakuliga at skapa eitt miðvíst trýst móti B36, og einstakar vandastøður íkomu eisini.
Og tað eydnaðist teimum so eisini at enda at fáa útjavnandi málið. Talan var tó um hálvbíligt brotsspark. Mikkjal Thomassen hevði vunnið bóltin í verjustøðu, og skuldi júst til at sparka burtur. Ronnie Samuelsen fekk tó prikað bóltin undan honum, og hóast Mikkjal helt aftur í sparkinum, so datt Ronnie um fótin.
Brotssparkið sendi Egil á Bø trygt í kassan, og so varð lagt upp til eina sera spennandi finalu. Ikki minst, tá Mikkjal Thomassen dekan ov óneyðugt fekk sítt seinna gula kort, tá dómarin ikki vildi hoyra fleiri viðmerkingar um dømingina. Men talan gjørdist tó ongantíð um nakað veruligt trýst móti B36-málinum kortini. Spælið gekk eins nógv hinvegin, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, mundi talan hóast alt vera um eitt hampuliga rættvíst úrslit. Skuldi nakar vinnari verið, so skuldu tað helst verið teir á heimaliðnum, men teir megnaðu ikki at gera arbeiðið liðugt. Og ein gamal æviga galdandi lærdómur er jú eisini, at tey keðiligu málini telja eins nógv, sum tey uppibornu&