Oddaliðið heldur skansanum

Kyndil er enn tvey stig undan næstu liðunum, nú bara eitt umfar er eftir av grundspælinum

Atlantic Airwyas-kappingin

Hesum syrgdu teir grønu sjálvir fyri, tá teir sunnudagin spældu næstu grannauppgerðina á árinum móti Neistanum.
Og lat tað verða sagt alt fyri eitt, at spenningurin undan grannauppgerðini mangan hevur verið størri, enn hann var tað hesaferð. Meðan Kyndil - sum vant - ger um seg frammi í oddinum, so hevur Neistin aftur í ár eitt av sínum lakaru kappingarárum.Fyrstu lítlu løtuna av dystinum vóru teir bláu annars væl við, men eftir einum korterið kom munurin veruliga til sjóndar. Uttan at teir veruliga spílaðu seg út, dróg Kyndil stútt og støðugt frá teimum bláu, sum ikki megnaðu at gera stórvegis mótstøðu í so máta.
Eftir steðgin var gongdin tann sama. Kyndil hevði fult tamarhald á tí mesta, sum gekk fyri seg. Kanska eisini tí bláu grannarnir als ikki toktust trúgva uppá, at uppgávan kundi greiðast.
Stigatalvan tosar eisini sítt týðiliga mál í so máta. Har er Kyndil ovasta liðið eftir eitt grundspæl, har liðið fyri tað mesta hevur sýnt klassan. Sama klassa hevur Neistin á ongan hátt sýnt. Verður sæð burtur frá fyrsta dystinum móti einum illa uppløgdum StÍF-liði, so hevur liðið eisini drigið púrasta svart. Ein støða, sum helst eisini stendur við í endaspælinum, um ikki annað skinn veðrur tikið um bak.

Fakta um dystin
Kyndil-Neistin 31-23 (16-11)
Málskjúttar
Kyndil: Josef Abrahamsen 7(1), Marius Joensen 7, Rókur Akralíð 5, Høgni Klein 5(3), Hans Áki Dal-Christansen 3, Janus Einar Sørensen 2, Ken Zachariassen 1(1), Hjalti M. Jacobsen 1
Neistin: Áki Mørk 9(2), Blagoje Buha 6, Tróndur Kragesteen 4, Dann Thorleifsson 2, Bogi Berg 1, Karl Oddmar Rasmussen 1
Brotskøst: Kyndil 6, Neistin 3
Útvísingar: Kyndil 2, Neistin 4
Dómarar: Petur S. Dahl & Hallur Danielsen