EB/Streymur helt fast um oddasessin. Tað vóru eisini gestirnir, sum høvdu betra spælið á Argjum, og um miðjan fyrra hálvleik fekk John Heri Dam sent bóltin í netrið.
Fyri steðgin høvdu teir gyltan møguleika at økja, men Ronnie Samuelsen misnýtti brotssparkið, sum teir fingu dømt, og ístaðin var tað AB, sum svaraði aftur beint eftir steðgin, tá Hendrik Rubeksen skoraði.
Bárður Olsen fekk tó endurstovnað leiðsluna, men tá Rafal Kwiecinski heldur óneyðugt fekk seinna gula kortið, máttu teir á oddaliðnum veruliga stríðast seinastu løtuna.
Onkran møguleika fekk AB eisini, men EB/Streymur megnaði at standa ímóti, soleiðis at teir enn eru oddalið í Formula-deildini
AB-EB/Streymur 1-2 (0-1)
0-1: John Heri Dam
1-1: Hendrik Rubeksen
1-2: Bárður Olsen










