Og í blaðnum í dag kemur Heðin Mortensen við einum enn betur boð – sum kanska er inspirerað úr Danmark, og sum er um at kosta danska Javnaðarflokkinum stjórnarvaldið – at leggja ein gjaldsring rundan um høvuðsstaðin.
Hann sær fyri sær, at Tórshavnar Kommuna ger nøkur stór parkeringspláss, eitt nú í Kollafirði og í Kaldbak, har bygdarfólk so kunnu parkera og koyra við ókeypis býbussunum til Havnar.
Borgarstjórar í Vágum og í Norðoyggjum hava eisini alment boðað frá, at vit eiga at leggja eitt gjald oman á vegskattin, soleiðis at øll koma at gjalda tunlarnar gjøgnum vegskattin.
Álvaratos. Nú er hetta kjakið rættiliga farið út av sporinum. Vit eru eitt pinkuland, við einum sera avmarkaðum vegakervi. Vit hava brúkt milliardir upp á at menna undirstøðukervið, sum er sera væl útbygt, soleiðis at tú upp á ein góðan tíma kanst koyra frá einum enda til hin. Skulu vit nú fara at seta upp bummar og gjaldstøðir, so steðgar øll menning, og tá missa vit nógv meira fyri minni – og tá er frælsið at ferðast eisini farið.
Men sjálvandi skulu vit øll verða felags um at gjalda fyri hesa útbygging. Og sjálvandi fáa summi fólk meira gleði av hesum vegasambandi, enn onnur. Soleiðis er tað í einum samhaldsføstum samfelag. Vit gjalda øll til skúlaverkið, men øll hava ikki børn. Vit gjalda øll til sjúkrahúsverkið, hóast øll ikki gerast sjúk. Tí skulu vit sjálvandi eisini øll gjalda til undirstøðukervið, hóast vit øll ikki nýta tað eins nógv. Men tað skal valdast. Skulu vit hava brúkaragjøld, so skal tað sjálvandi vera eitt gjald, sum vit sjálvi í ávísan mun kunnu stýra.
Men at hækka vegskattin – sum frammanundan er púra óneyðugur og átti at verið avtikin – er tað mest ósolidariska tiltakið, vit kunnu finna uppá. Og at leggja allar inntøkurnar til tunlarnar oman á brennievnið er heldur ikki serliga samhaldsfast, tí tá verður tað nógv tyngri hjá teimum, sum noyðast at koyra.
Ein møguleiki er sjálvandi at hava eitt lutvíst lágt brúkaragjald – sum saman við einum samhaldsføstum samferðsluskatti fíggjaði samferðslukervið.