Oddagrein· Vindorkan

Tað eru eftirhondini mong ár síðani, at vit í her Føroyum høvdu eitt lívligt og seriøst orðaskifti um orkuspurningin. Sum tey, ið eru tilkomin, ivaleyst minnast, vóru atfinningar setta fram móti SEV og móti orkupolitikkinum hjá hesum stovni.

Mong funnust at teimum útbyggingarætlanum, sum snúu seg bara um vatnorkuna. Ikki soleiðis at skilja, at funnist varð at vatnorku í sjálvum sær, men heldur varð funnist at teimum ítøkiligu ætlanunum hjá SEV. Hildið var heilt einfalt, at hesar útbyggingar fóru alt ov illa við náttúruni og víst varð á, at aðrir vatnorkumøguleikar vóru, enn tær ætlanir, ið SEV vildi fremja. Eitt nú varð víst á, at farast kundi longur upp í hæddina eftir vatninum. Hetta var ein loysn, sum vildi havt gjørt tað møguligt at varðveita eitt nú áirnar í Eysturoynni, sum nú eru mestsum horvnar. Eisini varð víst á upplagda møguleikan í vindorkuni. Sum øllum kunnugt kveistraði SEV øll alternativ uppskot av borðinum og trumfaði sína ætlan ígjøgnum, og føroyska náttúran gjørdist munandi fátækari.

Ein av teimum, sum var mest virkin innan orðaskiftið um orkupolitikk, var verkfrøðingurin og hugsjónarmaðurin Tormóður Dahl, sáli. Við síni stóru vitan, sínum visiónum og sínum dirvi at ganga móti almenna streyminum stríddist Tormóður Dahl fyri skilagóðum loysnum og fyri einum skilagóðum og ábyrgdarfullum orkupolitikki. Hann vísti á møguleikar fyri vatnorku, ið ikki skemdu og týndu náttúruvøkur øki sum t.d. Eiðisvatn. Og hann vísti á vindorkuna. Sum so ofta í søguni fáa tey rætt, sum ganga ímóti tí viðtikna og tí frammanundan givna. Tormóður hevði rætt í øllum, sum hann bar fram um føroyskan orkupolitikk. Prógvini hava vit beint nú í hesum døgum við teimum vindmyllum, sum nú fara at framleiða streym til føroyska orkukervið.

Ein mylla stendur á Eystnesi. Hana hava vit ikki hoyrt nógv um, síðan hon varð sett upp. Tað tykist, sum hon ongan góðan hevur. Kortini hevur hendan mylla framleitt streym nátt og dag í fleiri ár. Og nú hava so vestmenningar við bóndanum og flogskiparanum Johan í Niðristovu á odda av álvara gjørt hol í sjógvin við eini verkætlan við vindmyllum Uppi á Mýrunum. Hetta er einn djørv og váðafull roynd, men alt bendir á, at royndin fer at eydnast. Tað er at vóna og ynskja. Tað er upp á tíðina, at vit av álvara fara at hugsa um aðrar varandi orkukeldur enn vatn. Vindorkan hevur alla tíðina verið eitt seriøst alternativ. Tøknin á hesum øki tykist nú so nógv ment, at eingin umbering er fyri ikki at troyta hesa keldu. Eisini eiga vit av álvara aftur at fara at umhugsa, hvussu vit best troyta vatnorkuna uttan at skaða náttúruna.

Sosialurin