Tað var greiði boðskapurin hjá Kára Petersen, búskaparfrøðingi, á Vinnudegnum, sum var hildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.
Tað er altíð áhugavert at hoyra, hvussu vit kunnu gjalda minni í skatti – og kortini fáa tað sama í landskassan. Sambært Kára Petersen ber tað væl til heilt at taka burtur landsskattin. Hetta hevði kostað umleið 1.200 milliónir krónur, men tað sær hann ikki sum tann stóra trupulleikan, tí henda mista inntøka kann fáast inn á annan hátt:
Tilfeingisskattur kundi givið 450-500 milliónir krónur um árið.
Eitt gjald til hvønn skattgjaldara, tað bretar nevndur poll-tax, t. d. 1.000 kr um mánaðin, kundi givið 300 milliónir krónur um árið.
Hann mælir til hægri skrásetingargjald á bilar, at sjómannafrádrátturin verður avtikin og so okkurt slag av ognarskatti.
Sambært Kára Petersen, so høvdu hesar broytingar givið á leið tað, sum landsskatturin gevur í dag.
Hann segði eisini, at lønarskatturin hevur beinleiðis negativa ávirkan á bruttotjóðarúrtøkuna og útboðið av arbeiðsmegi, tí at tað er verri at fáa fólk til arbeiðis, tá skattatrýstið er so stórt á inntøkuskattin, sigur hann.
Kári Petersen helt fyri, at í øllum øðrum londum eru tey skilabetri enn vit og hava ein nógv lægri lønarskatt enn vit hava, og tí taka tey ikki hugin frá fólki at arbeiða, eins og vit gera.
Tað hevði eisini bøtt munandi um keypiorkuna hjá fólki, umframt tað hevði lætt um krøvini um lønarhækkingar, ella lønartrýstið, sigur Kári Petersen.
Alt hetta ljóðar mikið áhugavert fyri skattgjaldaran. Men eitt er, hvat ber til á pappírinum. Sitandi samgonga hevur víst evni at gera grundleggjandi broytingar í skattaskipanini. Hon tók eitt stórt stig við at innføra flatskattin, ið gevur teimum, ið tjena nógvar pengar stóran skattalætta.
Vit loyva okkum at ivast í, um virkishugurin er eins góðar, um tað snúði seg um at lætta so nógv um hjá teimum lágløntu, sum Kári Petersen mælir til. Og so slett ikki, um skatturin skal flytast yvir á vinnuna við ein um tilfeingisgjaldi.
Men tað skaðar ikki at koma við góðum hugskotum. Tey festa kanska eisini røtur...