Hesin spildurnýggi festivalurin, sum var ikki sørt djarvur, nú ungdómar í túsundatali skuldu valfarta til mentanarhøvuðsstað føroyinga, Kirkjubø, er helst komin fyri at verða. Sjálvandi vóru tað tey, sum bóru ótta fyri, at so stórt tal av fólki bæði so og so kundi órógva ella skemma hetta søguliga fyri ikki at siga, heilaga pláss. Mæti listamaðurin Tróndur Patursson hevði á munni undan festivalinum, at skuldi Kirkjubøur hýsa einum festivali, so átti tað at verið ein mentanarfestivalur, har onnur mentan enn júst popptónleikur var skjaldramerkið.
Nú festivalurin er av, og vit bæði hyggja í bakspeglið og frameftir, kundi tað kanska verið eitt gott hugskot til næstu ferð at bygt festivalin út til eisini at umboða hámentan av ymsum slag. At føroyskur ungdómur í stórum tali úr øllum oyggjum búleikast í Kirkjubø eitt vikuskifti átti eisini at verið positivt. Eingin orsøk er til, at hetta søguliga stað bara verður halgað fremmandum ferðafólkum. At eisini okkara uppvaksandi ættarlið fær eina kenslu av hesum plássinum er bara gott. Ein kann siga, at hevur festivalurin megnað at fáa ungfólk til Kirkjubøar, sum kanska ongantíð hava vitjað her, so er eisini nógv vunnið. Góður tónleikur og gott lag, eisini veitslulag, kann vera góður duraopnari til hetta mentanarstað okkara. Tað eiga vit ikki at undirmeta.
Samanumtikið eydnaðist tiltakið væl, tó at alt ikki riggaði, sum tað átti. Eitt nú vóru wc-umstøðurnar ov vánaligar eins og tað hevði komið væl við við fleiri veitingarplássum. Og hóast mong góð og kend nøvn, so hevði tað ikki verið nakað vánaligt hugskot við eitt sindur av hámentan eisini á tónleikaøkinum nærri Múrinum.
Føroysku bólkarnir stóðu seg væl. Serstakliga vilja vit taka fram Týr, sum týskarar hava hoyrt meira til enn vit føroyingar. Tað var stórsligið at síggja og hoyra Týr spæla frammanfyri eini stórari mannfjøld – við teirra útleggingum av eitt nú føroyskum kvæðum.
Ungdómurin hugnaði sær óført, og heldur ikki hesin festivalurin skuffaði. Hann gjørdi ikki hol í tey góðu hagtølini Føroyar eiga. Vit eru framvegis ein tjóð, har kriminalitetur, valdgerðir og slagsmál liggja lágt í hagtølunum. Kanska hetta eisini hevur nakað við okkara náttúru at gera, at hon dregur og fær fram tað góða í okkum. Fær okkum at sissast og gleðast heldur enn at vilja stríð og hvørjum øðrum ilt.
Við Múrin festivalurin var eitt djarvt nýbrot í føroyskari festivalsøgu. Vónandi verður hetta ikki seinastu ferð, og vónandi fara stigtakararnir, sum hava gjørt eitt veldugt arbeiði, at taka til sín tað, sum kundi verið betri. Tey, sum góvu loyvi til festivalin og bygdafólkið annars eiga eisini stóra tøkk uppiborna fyri at hava víst teimum ungu hetta stóra álit. Góða eydnu víðari øll somul. Nú gleða vit okkum til G!
Sosialurin










