Atvoldin til spurningin eru nýggju lánitilboðini, sum komu á marknaðin fyri góðum ári síðani. Lánitilboð, sum beinleiðis leggja upp til, at skáar verða tiknir, har fólk áður tóku nýtslulán. Og har tað tí við góðum rætti kann sigast, at rentustuðul í so máta verður útgoldin til nýtslulán.
So far so good, segði maðurin, og helst eru fleiri, sum duga at síggja tað skilagóða í argumentaiónini.
Men verður lógin um rentustuðul samanborin við kapitalvinningsskattalógina, fer argumentatiónin av álvara at halta. Tá lógin varð sett í gildi á sinni, varð eitt skattahol – tilvitað – latið eftir í lógini. Fyri kapitalvinningsskattalógina var vinningur við sølu av partabrøvum eldri enn 10 ár skattafríur. Tað vildi verið at lóggivið afturvirkandi, um avkast, sum undan nýggju lóggávuni nú varð gjørt skattskyldugt. Men politiski viljin var, at avkast av somu partabrøvum eisini skuldi verða skattafrítt í framtíðini. Við øðrum orðum vóru – og eru – enn nøkur, sum hava ein skattligan fyrimun. Og seinastu trý-fýra árini hava vit sæð hópatals skattafintur, har peningur er tikin skattafrítt úr feløgunum við at gera nýtslu av skattaholinum.
Somu politikkarar, sum noktaðu at tippa skattaholið við grundgevingini um “afturvirkandi lóggávu” sita nú og viðgera rentustuðulin hóast hetta í nógv størri mun gerst afturvirkandi. Hevur eitt ungt par í dag tikið lán á kanska 2 mió kr. til sethúsakeyp, so er hetta gjørt út frá galdandi fortreytum. Verður rentustuðulin broyttur, er talan brádliga um heilt aðrar fortreytir. Men tá talan er um sethúsaeigarar, er vandin við “afturvirkandi” kanska ikki eins stórur, sum tá talan er um partabrævaspekulantar!