Oddagrein· Verjið korallirnar

Herfyri bar útvarpið tey áhugaverdu men sera døpru tíðindi, at partur av korallunum á havbotninum kring Føroyar, er oyðilagdur. So løgið tað ljóðar hevur hetta ikki vakt serstakan ans í samfelagnum, tí nettupp korallini á havbotninum eru ein av fyritreytunum fyri tí lívi, sum er í havinum kring oyggjar okkara.

Sipað verður til vísindaligar kanningar, sum Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt. Hesar kanningar staðfesta tann ótta, sum gløgg høvd í samfelagnum hava víst á fyri nógvum árum síðani. John Smith, sáli, sum umframt at vera fiskimaður, skipateknari og vinnulívsmaður eisini var ein sera virkin eygleiðari og viðmerkjari, gjørdi longu í 90-unum vart við henda vanda – at trolararnir, sum royndu við botntroli, gravaðu upp allan havbotnin og oyðiløgdu harvið eisini virðismiklu og lívgevandi korallini.

Nú liggja so vísindalig prógv á borðinum. Sagt verður, at ávís øki eru serliga meint rakt og eru nógv korallir oyðiløgd. Tað tekur hundraðtals ár hjá hesum korallum at koma fyri seg aftur. Nú tað tykist vera størri áhugi fyri veruliga at gera nakað fyri at verja føroyska umhvørvið eisini, eitt nú tók sambandsformaðurin nú um dagarnar dyggiliga til orðanna til frama fyri umhvørvisvernd, so átti spurningurin um trolingina og korallirnar eisini at verið tikin upp á tingi og í tí almenna orðaskiftinum sum heild.

Eins og CO2 dálkingin hevur avleiðingar á hitan í sjónum, tvs. umhvørvið hjá fiskinum, so hevur oyðingin av korallunum á havbotninum avleiðingar fyri føðina hjá sama fiski. So her er veruliga nakað at taka upp. Vit mugu so bara seta okkara álit til tey frægu fólkini á Fiskirannsóknarstovuni, at tey komandi tíð fara at leggja enn fleiri prógv fram um tann skaða, sum botntrolingin hevur á korallini, soleiðis, at vit við hesi vitan verða betri før fyri at binda um heilan fingur. Um vit ikki longu eru ov sein á sjóvarfallinum!

Sosialurin