Oddagrein: Varpið fult ljós á

Hóast hann sigur seg ikki kenna til nakað trýst í málinum, so hevur løgmaður nú gjørt av, at ein løgfrøðislig kanning skal gerast av embætisførsluni hjá Bjarna Djurholm í sambandi við sonevnda Dagmar-málið

Enn hevur løgmaður ikki boðað frá, hvør kanningarsetningurin verður. Men tað stendur púrasta greitt, at skuldsetingarnar í málinum eru av slíkum slag, at hesar mugu kannast til botns.

Tá forkvinnan í einum av týdningarmestu grunnunum í landinum setir fram somikið grovar ákærur móti fleiri persónum í týðandi almennum størvum og álitissessum, kann Føroya Fólk ikki liva við, at bara partar av málinum verða kannaðir.

Nú er kanningin ov drúgv at endurgeva á hesum reglum, men millum tað, sum Dagmar S. Joensen førir fram er: At lógin um alment innlit er brotin. At hetta er gjørt við sikti í sølutilgongdini av Faroe Seafood. At trúnaðarupplýsingar við vilja eru liknar til miðlarnar fyri skaða umdømi hjá Dagmar S. Joensen. At navngivnir limir í Framtaksgrunninum eru óálítandi og arbeiða beinleiðis destruktivt. Og so ikki minst, at landsstýrismaðurin skal hava misnýtt embæti sítt, eins og hann hevur trýst almennan leiðara úr starvi sínum.

Somikið grovar eru hesar ákærur, at einki annað enn ein verulig greiða á øllum spurningum kann metast sum nøktandi svar. Og so er bara at vóna, at kanningin verður framd skjótt og væl í verki, soleiðis at ivamálini, sum helst skaða allar partar, kunnu beinast av vegnum sum skjótast.