Oddagrein· Varlig fíggjarlóg

Tað eru ikki tey stóru sveiggini, ið eyðkenna uppskotið til fíggjarlóg fyri 2006, sum Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, legði fyri løgtingið fríggjadagin 30. september. Heldur er talan um eina sera varliga fíggjarlóg uttan nakrar óvæntaðar broytingar. Uppskotið skal metast við teimum ógvusliga vaksandi oljuprísunum og fallandi inntøkunum í fiskivinnuni sum bakstøði. Tað er eingin lættur setningur at seta saman eina fíggjarlóg undir hesum umstøðum. Oljuprísirnir hótta ikki bara føroyska búskapin, men teir hótta allan búskapin í Vesturheiminum

Undir hesum umstøðum hevur landsstýrissamgongan við fíggjarlógaruppskotinum valt at reka ein politikk, sum hevur til endamáls at varðveita virksemið í landinum, samstundis sum rakstrarútreiðslurnar verða tálmaðar. Hetta merkir, at fíggjarmálaráðharrin bert nýtir løgurnar sum amboð. Hann nýtir ikki restina av skipanini. Hann letur bert pening í umfar innan byggi- og anleggsvirksemi, meðan hann tálmar almennu lønunum. Hetta kann soleiðis við fyrsta eygnabráð tykjast skilagott, men spurningurin, hvørt tað er gott á henda hátt at tálma nýtsluna, stendur opin. Kanska eydnast hetta, kanska eydnast hetta ikki. Og er hetta tað okkum tørvar júst nú? Tað er uttan iva skilagott at halda aftur vil lønarvøkstri hjá tí almenna, men er tað skilagott at halda so nógv afturvið rakstrarútreiðslunum, at fólk gerast arbeiðsleys? Ein bøtir ikki um arbeiðsloysið í privata sektorinum við at reka almenn starvsfólk út í vinnuloysi. Einki er sett av til lønarvøkstur. Hetta kann bert merkja, at tað, sum tey alment settu møguliga fáa afturat við verandi lønarsamráðingum, fara limirnir í avvarandi feløgum at rinda við færri størvum! Hetta eru beisk kor hjá samráðingarfólkunum, men sum búskaparliga og fíggjarliga støðan er, er væl einki val.

Landsstýrið upplýsir, at eldrarøkt, útbúgving og heilsa eru raðfest øki í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006. Hetta ljóðar sera skilagott, men ásannast má sasmtundis, at hetta er ikki heilt so einfalt, sum tað er sett upp. Víst fáa fólkaskúli og miðnámskúlaøkið størri játtanir. Tað er skilagott, men samstundis so minka ávísir hægri skúlar, meðan aðrir, eitt nú Fróðskaparsetrið, standa í stað. Her hongur ikki saman og hetta er ikki skilagott. Nakað er komið uppá granskingina, men hálvonnur millión virkar beinleiðis pínligt, tá hugsað verður um alt tosið seinasta árið um gransking og menning og hartil, at løgmaður hevur lovað eina milliard til økið hetta til 2015. Her er sostatt so sum so við raðfestingini á útbúgvingar- og granskingarøkinum. Her mugu heilt aðrar upphæddir til í 2007 og árini fram, um borgararnir skulu taka politikkararnar í álvara!

Tað er sjálvsagt at fegnast um, at eldrarøkt og heilsa eru raðfest í fíggjarlógaruppskotinum. Men aftur her eru tað mest á løgusíðuni. Raðfestingarnar á rakstrarsíðuni kunnu undra eitt sindur, men hetta fara vit at venda aftur til í eini komandi oddagrein. Nakrar nýggjar inntøkur eru eisini. Soleiðis verður tubbakk dýrari og vektagjaldið hækkar 40%. Hetta er væl einki at siga til, uttan at tað gera valla tann stóra munin. Tað, sum hevði munað, var at slept øllum ætlanum um skattalætta og heldur roynt at fingið eina rættvísari skattalóg, sum gav meira í landskassan, samstundis sum byrðarnar vórðu rættvísari býttar enn í dag. Vit venda sum longu nevnt aftur til fíggjarlógaruppskotið.

Sosialurin