ODDAGREIN: Var úrslitið tað vert?

Nú verður eingin fólkaatkvøða, tjóðveldið hevur ikki bara bakkað eina, men tvær fólkaatkvøður. Sera margháttligt aftaná dundurtalur á Vaglinum, har kravt varð, at tann fyrra fólkaatkvøðan var hildin, meðan gingið var útfrá, at tann seinna eisini var á skránni. Sagt verður av samgonguni, at fullveldistøkan ikki skal fremjast uttan eina fólkaatkvøðu. Ein kundi spurt heldur speiskliga, um nakað nýtt er í hesum, og um nakar nakrantíð hevði væntað nakað annað.

 

Stórsta framstig í føroyskari sjálvstýrisrørslu kallar varaløgmaður við vanligum lítillætni ein lítlan setning í samgonguppskotinum, ið við ullintum vendingum minnir um proklamatiónina um at Føroyar eru ein tjóð. Aftaná at hava bakkað so nógv, sum tjóðveldið hevur aftaná at hava spilt trý ár og milliónaupphæddir fyri at koma aftur til at yvirtaka undir heimastýrislógini, so er kanska skilligt, at man við ógvusligum vendingum roynir at fáa ein lítlan setning at síggja út sum ein stórsigur.

Hendan samgongan ætlar nú at lækka blokkstuðulin niður yvir nakkan á næstu samgongu og at tíðarfesta allar tær yvirtøkur, ið teir ikki megnaðu at fremja í hesum valskeiði, ið helst má vera eitt tað soltnasta viðvíkjandi yvirtøkum, síðani heimastýrislógin kom í gildi.

Um tað var nakað veiggj í hesari samgonguni, so fór hon til val uppá at lækka blokkin við 300 ? 400 milliónum, heldur enn at gera tað niður um nakkan á næstu samgongu.

Tað, ið er mest hugstoytt, er nú, at Fólkaflokkurin hevur frítt spæl, tað, ið eftir er av hesum valskeiðnum. Sterkar kreftir eru ótolnar eftir at sleppa framat aftur eitt nú Føroya Banka. Tað hevur longu verið nevnt, at fyrrverandi partaeigarar í Sjóvinnubankanum og Føroya Banka skulu hava fyrimun at keypa partabrøv, og er hettar í tráð við tann fólkaflokspolitikk, ið vit frykta allarmest. Nú tá ið landið hevur bjargað samfelagnum undan skralli, so skulu somu kreftir, ið ábyrgdarleyst framdu rentuspekulatión og annað fáa sínu formøblaðu virðir aftur til ein bíligan penga.

Tørvur er á at vinstravongurin í tinginum ger vart við seg, men trupulleikin er, at Javnaðarflokkurin tykist vera einasti vinstravendi flokkur í Løgtinginum. Gamli samstarvsflokkurin a vinstravonginum í føroyskum politikki við teimum sterku røtrunum í føroysku fakfelagslívi ? Erlendur Patursson sáli var formaður í Fiskimannafelagnum ? hevur ofrað alt fyri fullveldismálið. Vónandi spyrja nógv seg sjálvan, nú tá samgonguuppskotið fyriliggur, um tað var tað vert.