Sambært Ferðslutrygd er tað altjóða skjalprógvað, at tað tað er beinleiðis samband millum ferð og talið á deyðum og skaddum í ferðsluni. Tess hægri ferð, tess størri vandi fyri vanlukku, og tess meira álvarsligar eru vanlukkurnar. Hildu allir bilførarar hámarksferðina, so hendu ikki so nógvar vanlukkur. At fólk, sum eru ávirkað av rúsevnum eru ófyrigeviliga stórir vandar í ferðsluni er eisini øllum púra greitt.
Ferðslutrygd hevur arbeitt í nógv ár fyri at fremja 0-hugsjónina í verki. Tað er hugsjónin um, at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni. Arbeiðið hjá Ferðslutrygd gav ávøkst í 2006, tá Løgtingið samtykti 0-hugsjónina.
Arbeiðið við 0-hugsjónini førdi so við sær, at gjørd varð ein ferðslutrygdaræltan árið eftir, har tað í fororðunum verður sagt, at »talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða skal verða 30% minni í 2015 enn í dag (2006)«. Tað vil siga, at ikki fleiri enn tvey fólk skulu doyggja í ferðsluni næsta ár, um ynskið handan hesa ætlan skal ganga út.
Hóast batar hava verið – og talið av deyðum hevur ligið niðan fyri ætlaða málið frá 2008 til 2011, so eru seinastu hagtølini ørkymlandi.
Hesi hagtøl eiga vit at broyta. Vit eiga øll somul at gera alt, sum til ber fyri at broyta hugburðin soleiðis, at øll – eisini tey ungu – verða meira tilvitað um týdningin, tað hevur at bera seg rætt at í ferðsluni.
Vit vita eisini, at tað eru undantøkini, sum elva til skaðar og syndarligar vanlukkur. Men vit vita eisini, at upplýsing førir til hugburðsbroyting – og tað er ein hugburðsbroyting, sum skal til.
Fríði Nolsøe á Sandi greiðir í blaðnum í dag frá slíkari syndaligari vanlukku, sum hann var við í fyri 20 árum síðani. Hann vísir á, hvussu ein skeiv avgerð, sum teir tríggir tóku í felag hesa vanlukkunáttina, elvdi til at ein teirra doyði. Hann vísir á týdningin, sum tað hevur at greiða børnum og ungum frá, hvussu meint ein ferðsluvanlukka rakar. Niðurstøðan hjá honum er púra greið:
– Eg gevi mær sjálvum syldina fyri tað, sum hendi í 1993, og tað er ein prísur, eg má betala restina av lívinum. Tað er nakað, sum tey ungu eiga at hugsa um!