Stóri spenningurin í Norðoyggjum er, um A megnar at varðveita sínar báðar sessir, og somuleiðis um B og D kunnu fáa tingmenn valdar. Hóast E hevur havt stórar vónir til tveir tingmenn í Norðoyggjum, verður tað helst til eina tá avtornar. At B, sum ongantíð hevur verið at rokna við í hesum heldur sjálvstýrissinnaða partinum av landinum, fór at stilla upp við nýggjum valevnum, hevði væl heldur eingin roknað við.
Hóast veljarakanningarnar ikki eru serliga hugaligar, so hevur A víst seg at klára seg væl í Norðoyggjum, tá avtornar. Tað er heimabeitið hjá løgmanni og hjá fyrrverandi borgarstjóranum, Jógvan við Keldu, sum plagar at hála nógvar atkvøður til flokkin, tá ástendur. Spurningurin er, um fólk fara at atkvøða lokalt, sum tey plaga, ella um fullveldisrákið hevur fingið veljararnar at skifta flokk, tvs. um meira hóvligu sjálvstýrisfólkini í A fara til B ella D og um fullveldisfólkini í A fara yvir til E. Hetta kann gera, at A bert fer at fáa ein tingmann í háborg síni í Norðoyggjum. Og tað kann blíva veruligi mønustingurin fyri flokkin, sum heldur ikki er spáddur eitt gott val aðrastaðni í landinum.
Spurningurin er, um B og D megna at ?stjala? frá teimum stóru. Ivasamt er tó, um B megnar at fáa mann í Norðoyggjum. Vit skulu aftur til tíðina, tá Eli Nolsøe stóð á brúnni, fyri at finna B við umboði úr Norðoyggjum. Men B hevur so roynt at stilla upp við nýggjum og lutvíst kendum fólkum. Sambart veljarakanningunum fer B at hava framgongd, men spurningurin er so aftur, um henda framgongdin verður nóg mikið til at geva ein sess í hesum annars sjálvstýrissinnaða valdøminum.
D, ið fyrr átti fastan sess í Norðoyggjum, hevur ikki víst ta stóru styrkina seinastu árini. Nú hevur hann so átt ein týðandi landsstýrissess í fýra ár. Spurningurin er, um Elttør hevur vunnið sær nýggjar stuðlar og megnar at savna gomlu sjálvstýrisatkvøðurnar aftur eftir at hava røkt týdningarmikla oljumálaráðharrasessin. Fyri D ræður um at savna so nógvar atkvøður kring alt landið, soleiðis at tær íalt geva ein tingsess. Hann kann tó enda í Eysturoynni men eydnast D at koma í samgongu aftur, kann henda, at Elttør sleppur aftur í sess sín.
Hin stóri flokkurin í Norðoyggjum C hevur víst seg at vera tryggur, tó at hann onkuntíð hevur verið í vandaøki. Tað skuldi verið løgið, um tað ikki eydnast C at vinna henda sessin aftur. Vilhelm Johannesen er gamal í garði og hevur víst seg at eiga ein rættiliga tryggan veljaraskarða. Har eru so eisini onnur valevni, sum kunnu tryggja flokkinum mannin. Men tað er greitt, at C skal ansa eftir ikki at taka sum givið, at tað endurvinnur sín umdømisvalda. Fyri at tryggja C eitt gott landsval er tað ein fortreyt.
Sosialurin










