.
Grundstólparnir í tí eru almanna-, heilsu- og skúlaverkið. Øll hava rætt til hesar tænastur uttan brúkaragjøld. Og tað skulu allir borgarar hava, siga javnaðarflokkar. Afturímóti royna borgarligir flokkar at einskilja og leggja vælferðartænstur út til privatar fyritøkur at reka.
-Men er tað ikki rættast, at felagsskapurin hjá tær og mær ? samfelagið ? er best førur fyri at reka hesar tænastur uttan vinningur er endamálið? Spurningurin at verja og seta betri skorar undir vælferðarsamfelagið, sum allur heimurin misunnir Norðurlondum og Vesturevropa, er galdandi á øllum valum. Eisini á valinum í dag!
Hin høvuðsspurningurin á valinum er ríkisrættarliga støða Føroya. Seinastu veljarakanningarnar geva Tjóðveldinum og Sambandinum bestu undirtøkuna. Men føroyski veljarin eigur at geva sær fær um, at fáa vit eitt sterkt ?tjóðveldi? og eitt sterkt ?samband?, hendir einki í hesum stóra máli.
Bara ein fjórðingur av føroyingum tekur undir við fullveldisætlanini. Og bara eini 15 prosent vilja halda fast um verandi heimastýrisskipan. Afturímóti ér tann stóri meirilutin sinnaður fyri øktum sjálvstýri. Henda leið er politikkur javnaðarfloksins.
Javnaðarflokkurin vil hava ein nýggjan og greiðan sáttmála millum Føroyar og Danmark sum javnbjóðis lond. Vit byggja ikki land við at ganga fram í blindum, men einans við skynsemi og loysnum millum fleiri flokkar og donsku stjórnina. Undirlutakenslur og konfrontatión leggur ikki grund undir eina haldgóða politiska loysn og skipan.
Havið hesar spurningar í huga, tá krossurin skal setast í dag!
Valstríðið hevur verið hampiligt, men á valfundinum sunnukvøldið kundu sjálvt siðiligir politikkarar bara sær. At politiski leiðarin í Fólkaflokkinum tók Jerusalem og PLO fram sigur bara, at har stendur á gomlum naglum. At formaðurin í Sambandsflokkinum heitti á fólk um ikki at velja Javnaðarflokkin vísir, at Sambandsflokkurin hevur framvegis ein leiðaratrupulleika, og at flokkurin er ikki førur fyri at leiða samráðingar um ein nýggja sjórnarskipan millum Danmark og Føroyar. Lænið tí ikki Sambandinum ella Tjóðvedinum atkvøðuna í dag. Valið er ikki ein fólkaatkvøða um loysing ella samband!