ODDAGREIN: Vísmannabólkur og Norðurlond

Hesa vikuna hevur verið fundur í Norðurlandaráðnum. Umboð fyri bæði landsstýrið og løgtingið hava fylgt fundunum í Reykjavík. Á fundinum varð nógv gjørt burtur úr frágreiðingini frá einum Vísmannabólki, har eisini Føroyar hava verið umboðaðar.

 

Umboðið fyri Føroyar hevur verið Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Mentamálastýrinum. Eingin ivi er um, at hann er eitt gott val, tá hugsað verður um hansara royndir og áhuga fyri nettupp tí norðurlendska. Sum politikari í mong ár vísti hann norðurlendska samstarvinum stóran ans og við tilknýti sínum til mentanarligt virksemi hevur Jóannes Dalsgaard eisini givið norðurlendska samleikanum gætur.


Frágreiðingin frá Vísmannabólkinum fekk eina sera góða móttøku í Reykjavík. Niðurstøðan er tann, at norðurlendska samstarvið ongantíð hevur verið so týdningarmikið sum nú. Mælt verður til, at Norðurlond sláa manngarð um vælferðarsamfelagið og menna tað. Norðurlendska samstarvið er ein neyðug fortreyt fyri at varðveita vælferðarsamfelagið og fyri at varðveita ávirkan í heiminum. Tað er ein fortreyt fyri at varðveita demokratiið, fyri at tryggja samstarv millum stór og smá lond og fyri at tryggja framhaldandi mentanarsamstarv. Vísmenninir vísa á, at bygnaðurin fyri hesi samvinnu má eisini broytast og laga seg eftir tí víðkaða innihaldinum, sum bólk. Eisini verður dentur lagdur á at taka størri ábyrgd av umhvørvinum í Norðuratlantshavi. Norðurlandaráðið skal eisini kunna venda sær beinleiðis til stýrini í teimum einstøku londunum. Samfeløgini í Útnorði koma eisini meira fram í hesi frágreiðing.


Frá føroyskari síðu verður eisini roynt at menna og víðka um arbeiðið hjá Norðurlandaráðnum. M. a. hevur føroyski ráðharrin í norðurlandamálum, varaløgmður stríðst fyri, at sannføra hini norðurlondini um at víðka samvinnuna til eisini og í størri mun at fevna um smáu oyggjasamfeløgini í Norðuratlantshavi, her m.a. skotsku oyggjarnar og smáfeløgini á kanadisku Atlantshavsstrondini. Hetta er so eisini nakað, sum Vísmannabólkurin leggur stóran dent á.


Umframt at seta Norðurlond meira í fokus sum eina eind og her ikki minst sæð í relatión til umheimin, snúði fundurin seg eisini um innanhýsis menning í Norðurlondum. Tað var í hesum sambandi, at eitt føroyskt ynski varð gingið á møti. Føroyar hava fingið ein fastan lim í norðurlendska mentanargrunninum og kann hetta fáa stóran týdning fyri føroyskt mentanarlív.


Sosialurin