Oddagrein· Óvæntað úrslit

Valúrlsitið í Týsklandi gjørdist heilt øðrvísi enn væntað. Hóast veljarakanningarnar í byrjan av valstríðnum bendu á, at stóri andstøðuflokkurin CDU við Angela Merkel saman við CSU fór at verða á odda við 20% í mun til SPD hjá Schrøder, so stóð óvæntað mestsum jøvnum, tá ið avtornaði.

CDU varð bert 0,8% frammanfyri SPD og tí vilja bæði oddafólkini vera við, at tey skulu mynda stjórn. Merkel heldur, at hon hóast afturgongd eigur at mynda stjórn, tí flokkur hennara er størstur og SPD hevur havt afturgongd. Schrøder í sínum lagi ger vart við, at ein afturgongd uppá 4,3% í roynd og veru ikki er nøkur afturgongd, tá hugsað verður um støðuna, veljarakanningarnar og valstríðið. Schrøder ætlar sær tí so ella so at mynda nýggju týsku stjórnina.

Tað verður eingin lættur setningur at skipa nýggja stjórn í Týsklandi. Hetta er galdandi uttan mun til, hvør, ið gerst kanslari. SPD hevur lítlan hug til at fara í eina samgongu við CDU og hevur longu boðað frá, at hetta bert verður gjørt, um Schrøder verður kanslari. Merkel hevur boðað frá eini líknandi støðu. Skal stóra samgongan skipast, so skal hon standa á odda fyri hesari samgongu. Í hesi truplu støðu er stóri vinnarin á valinum, liberali flokkurin, komin í eina lyklastøðu. Mangt bendir á, at hesin flokkur kemur at gera av, hvør av teimum stóru skal hava kanslaran. Hetta vil so í báðum førum vera ein minnilutastjórn, ið fer at fáa stuðul frá teimum grønu, tí báðir teir stóru flokkarnir hava avnoktað vinstraflokkin Die Linke, sum hevur røtur til gomlu kommunistarnar í DDR.

Tað er ikki líkamikið, ið skipar nýggja stjórn í Týsklandi. Týskland hevur framvegis og hóast stórar trupulleikar triðsterkasta búskapin í ES. Hetta merkir, at alt, sum hendir í Týsklandi á búskaparliga ella politiska økinum, ávirkar alt Europa og lutvíst heimin við. Evran fall munandi, tá úrslitið kom og týska støðan fer uttan iva at ávirka keypsskálarnar í øllum heiminum. Tað ræður tí um skjótt at skipa nýggja stjórn, so búskaparpolitikkurin verður greiður. Um Schrøder skipar stjórn verður hildið fram við nýskipanarpolitikkinum, hóast hesin politikkur ikki fellur í góða jørð hjá eitt nú fakfelagsrørsluni. Men kann hesin politikkur hinvegin minka um arbeiðsloysið, sum er 11%, so fara fakfeløgini ivaleyst at góðtaka politikkin hjá Schrøder, serstakliga um tey fáa vissu fyri, at vælferðarsamfelagið ikki verður avviklað. Týskland er enn tað land í heiminum, ið hevur bestu vælferðarskipanir, og hesar sleppur Schrøder neyvan at nema. Um tað annars endar við eini Merkel stjórn, so verður vælferðin fyrsta offrið. Hetta fer at geva ófrið og turbulens á arbeiðsmarknaðinum, og tað er tað versta, ið henda kann fyri Týskland, nú arbeiðsplássini flyta til láglønarlondini fyri eystan. Livst so spyrst.

Sosialurin