Hóast steðgur er í leitingini um okkara leiðir í løtuni, so verður dúgliga borað hinumegin markið. Í summar er talan um ikki færri enn 4 ymsar brunnar, sum allir kunnu fáa stóran týdning fyri framtíðina hjá økinum. Lítið fæst tó at vita um úrslit enn, hetta tí at oljufeløgini ikki vilja geva øðrum upplýsingar, sum kunnu gera teirra kappingarstøðu verri, nú og tá uppaftur nýggj øki verða boðin út. Men okkurt lekur altíð út, og verður mett, at fleiri av brunnunum kunnu vera sera áhugaverdir.
Men tað er so eisini talan um nýggja framleiðslu á Atlantsmótinum. Eingin minni enn risin av øllum oljurisum, Clairfeltið vestan fyri Hetland, verður nú vaktur úr dvala. Hetta størsta oljufeltið á bretskum øki var funnið fyri 25 árum síðani, og nústaðni er tøknin so mikið framkomin, at tað lønar seg at fara eftir Clairoljuni. Framleiðsla frá tí triðja oljufeltinum vestan fyri Hetland byrjar fyri jól.
Stóri spurningurin hevur alla tíðina verið, nær og um tað loysir seg at taka olju upp á Atlantsmótinum, har váðin er so stórur og har útreiðslurnar eisini eru stórar. Men so skjótt sum nøkur felt fara undir framleiðslu og ein infrastrukturur, eitt nú rørleiðingar at flyta olju og gass, gerst veruleiki, so hevur tað stóra ávirkan á framtíðar virksemið. Hetta er við at leggja botn fyri komandi avgerðum um bæði leiting og útbygging av feltum.
Nú kundi so verið spurt, hví hendingar vestan fyri Hetland kunnu hava áhuga og týdning fyri okkum. Hetta er fyri tað fyrsta tí, at jarðfrøðin í stóran mun tykist vera sama báðumegin markið tó við undantaki av basaltinum, sum helst fjalir kolvetnisgoymslur í føroysku undirgrundini. Tess fleiri fund verða gjørd nær okkara marki, tess størri sannlíki er fyri, at kolvetni eisini finnast her hjá okkum. Og tess fleiri fund og útbyggingar bretsku megin markið, tess størri íløgur verða har gjørdar í infrastruktur tvs. rørleiðingsskipanir at flyta olju og gass til eitt nú Hetlands. Verða fund gjørd okkara megin markið, tá kunnu hesi ? sjálvt um tey eru smá - gerast lønandi í og við, at til ber at "hekta" seg uppá infrasstrukturin hinumegin markið. Tvs. at tað tá slepst undan stórum íløgum.
So tá Clairfeltið fer undir framleiðslu í næstum, eru tað eisini góð tíðindi fyri okkum. Og sama er galdandi, tá og um tað fæst at vita, at brunnarnir, sum eru og verða boraðir við markið í summar, hava givið positiv úrslit. Í næstu viku letur 2. runda á okkara landgrunni upp. Kann vera at hon kemur í júst tí røttu løtuni. Hon letur so aftur 17. november. Vissuliga ein sera spennandi og týdningarmikil tíð fyri Føroyar sum framtíðar oljutjóð, ið liggur fyri framman. Orsøk er til bjartskygni.
Sosialurin