Oddagrein· Vælkomin til Føroya

Hetta er tíðin, tá mong fremmandafólk vitjar oyggjarnar í Norðuratlantshavi, sum Føroyar oftani verða nevndar. Ikki júst tí at veðurlagið er so innbjóðandi, men meira fyri at síggja stórslignu náttúruna og at hitta fólkið, sum býr á klettunum.

Umframt "vanligu" ferðafólkini, sum koma til landið eru eisini nøkur "óvanligir" gestir. Ein teirra vitjar júst í hesi løtu. Tað er Lorreine Britten, einkjan eftir suðurafrikanara, sum í mong ár sat fangi í tí ræðuliga fangatippinum á Robbin Island. Hon er komin higar fyri at takka fyri tann stuðul, sum føroyska deildin av Amnesty International og her serstakliga fyrrverandi forkvinna tess, stríðskvinnan Anette Wang, lat í stríðnum móti hvíta apartheidstýrinum. Tað vóru millum brøvini frá henni, sum vóru við til at halda lív í vónini hjá Lorreine Britten at fáa mannin leysan úr fangilsi.

Henda søga undirstrikar bert tann týdning, sum Amnesty International hevur fyri so mong kúgað og ófræls úti í heimi og at vit øll at taka fult undir við arbeiðinum hjá hesum felagsskapi. Hóast tað kann kennast lítisvert at senda brøv út í heim til dikatur og einaræðisharrar, so er hetta kortini eitt ljós í myrkurinum hjá mongum. Tí eitt bræv verður oftani byrjanin til túsundtals brøv, ið verða send teimum, sum fremja ógerðirnar, úr øllum heimspørtum, herímillum Føroyum. Vitnanin hjá hesi góðu suðurafrikonsku kvinnu eigur nettupp eisini at minna okkum øll á tann týdning, sum m.a. arbeiði hjá Amnesty hevur. Lorreine skal vera hjartaliga vælkomin til Føroya.

Aðrir "óvanligir" gestir í hesum døgum eru donsku meistararnir úr FCK. Teir skulu eisini verða hjartaligar vælkomnir til Føroya. At frægi leikari okkara Todi er við í ferðalagnum ger hesa vitjan ikki minni áhugaverda. Tó at tað ikki eydnaðist Toda og liðfeløgum hansara at vinna ímóti KÍ. Hinvegin má sigast, at hetta er ikki eiti á føðingardagsgávu til hetta gamla og fræga felag, sum verður 100 ár í ár ? at fáa ein sigur í hús móti donsku meistarunum. Tillukku KÍ bæði so og so. Og vælkomin til Føroya allir summargestir ? vanligir sum óvanligir.

Sosialurin